Føroyskar fjarðaprocessir
Endamálið við verkætlanini er, at kanna sambandið millum pelagiskan produktivitet og føðiketuna í føroyskum firðum og sundum. Serligur dentur verður lagdur á at kanna sambandið millum firðir og sund og Landgrunnin. T.d. hvussu gróðurin á Landgrunninum ávirkar firðirnar, men eisini um gróðurin á firðunum ávirkar Landgrunnin.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Havstovuna, Aarhus universitet og Firum. Firum stendur á odda fyri at menna eitt model fyri vistskipanina í Tangafirði og sameina tað við hydrodynamiska havmodellið hjá Firum, FarCoast. Harumframt er verkætlanin ein liður í at menna eina tíðarseriu av pelagisku viðurskiftunum í einum føroyskum firði.