Vitan til varandi aling | VTVA 2026

Main image

Vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling | VTVA 2026 verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 6. november 2026.

Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna í Føroyum.​

Ráðstevnan vendir sær serliga til granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild.

Fyrsta ráðstevnan í 2021 var væleydnað og afturboðanir vóru um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum, so granskarar kunnu hittast oftari, samstarva tvørtur um fakmørk og leggja fram nýggjastu granskingarúrslit.

Ráðstevnan verður skipa soleiðis at granskarar og onnur áhugaði, kunnu senda uppskot um evni og abstralt til framløgur fyri fyriskiparnar. Síðani gjøgnumgongur ein vísindanevnd innkomin uppskot og leggur ráðstevnuna til rættis.

 

Skrá og framløgur á VTVA 2026, sí meira her

 

 

Tilmelding til VTVA 2026

Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt meðan ráðstevnan fer fram og okkurt lætt tá ráðstevnan er av.

  • Rokning verður send til eina t-post addressu, ið tú upplýsir okkum á tilmeldingarsíðuni

  • Freistin at melda seg til ráðstevnuna er týsdagin 3. november 2026

  • Tilmeldingin fer fram á sergjørdari tilmeldingar heimasíðu

Kostnaður: 

  • Serprísur á 1.990,- kr. u/mvg til tey, sum melda seg til ráðstevnuna áðrenn 26. oktober 2026

  • Eftir 26. oktober 2026 er luttøkugjaldið 2.590,- kr. u/mvg

Lesandi:
Lesandi á hægri lærustovnum, luttaka ókeypis, tó er avmarkað nøgd. 
Um tú ert lesandi á hægri lærustovni, má tín luttøka váttast av Firum.
Send t-post til info@firum.fo og kanna tínar møguleikar.

 

> Tilmelding er byrjað á VTVA tilmeldingar heimasíðuni, trýst her

 


 

Innlating av abstrakt

Longu nú er møguligt at senda ein samandrátt (abstrakt) inn og møguleikin stendur við til 29. september 2026. Lat inn abstrakt til ráðstevnuna Vitan til varandi aling | VTVA 2026, sum verður tann 6. november 2026, á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn.

Send tína abstrakt til raðstevnuna Vitan til varandi aling | VTVA 2026 longu nú.

Trýst her og fylg vegleiðingini á sergjørdu VTVA ráðstevnu heimasíðuni.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Firum - VTVA 26.png

 


 

Spurningar

Eru spurningar ella ivamál um evnið ella ráðstevnuna, ert tú vælkomin at seta teg í samband við fyriskiparnar av ráðstevnuni á t-post info@firum.fo ella á telefon 77 47 62.