Galdandi viðtøkur hjá P/F Firum (fyrr P/F Fiskaaling) eru frá 2009. Firum bindir seg soleiðis eisini til at virka sambært teimum í lógini nærri greinaðu reglunum.
Arbeiðssetningurin hjá Firum varð greinaður enn nærri í 2018, tá Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Firum (P/F Fiskaaling) undirskrivaðu ein nýggjan sáttmála. Hesin sáttmálin, sum eisini er liður í arbeiðinum hjá Føroya landsstýri at verkseta Heimsmálini fyri burðardygga menning, hevur til endamáls at fáa til vega vitan til eina varandi aling í Føroyum.
Í sáttmálaskeiðinum 2021-2023, fer Firum at hava høvuðsfokus á gransking, menning og ráðgeving innan ávís økir, ið eru tengd at:
Betri gagnnýtslu av alifirðum
Fiskavælferð
Lús og smittu
Viðkomandi skjøl
Løgtingslóg um at hækka partapeningin í P/F Fiskaaling, sí her
Viðtøkur hjá P/F Firum frá 2024, sí her
Sáttmáli millum UVMR og P/F Fiskaaling árini 2024 til 2026, sí her
Sáttmáli millum VMR og P/F Firum árini 2027 til 2029, sí her