P/F Fiskaaling varð stovnað í 1970, og Føroya landsstýri eigur allan partapeningin.
Upprunaliga uppgávan var at standa fyri kynbótaarbeiði við laksi og sílum, og at arbeiða við at menna kalva, tosk og onnur nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna.
Endamálini tá vóru:
at gera vísindaligar royndir í sambandi við aling av fiski og skeljadjórum
at bøta um føroyska alitilfarið
at reka vinnuligt virksemi innan aling av fiski og skeljadýrum
Í 2009 varð endamálsorðingin fyri Fiskaaling broytt og gransking bleiv ein týðandi partur av virkseminum hjá Fiskaaling. Endamálini vórðu broytt til:
at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni
at reka vinnuligt virksemi innan hetta virkisemisøki og
annað starv í hesum sambandi
Frá Fiskaaling til Firum
Um ársskiftið 2023/2024 fekk Fiskaaling nýggjan samleika og búmerki. Navnið Fiskaaling kundi bent á, at talan er um eitt alifelag, men so er ikki. Stolta uppgáva felagsins er at skapa vitan, ið kann vera fundamentið undir eini burðardyggari alivinnu í Føroyum. Navn felagsins kann tí virka vreingjandi, tá tað sigur nakað, sum ikki passar.
Tí varð samleikin hjá Fiskaaling dagførdur. Ein týðandi partur av hesum arbeiði var at geva Fiskaaling nýtt navn. Nýggja navnið er Firum. Navnið Fiskaaling er tó til enn sum hjánavn hjá Firum.
Á aðalfundi 20. mars 2024 vórðu viðøkurnar eisini broyttar soleiðis at felagið nú eitur P/F Firum við hjánavninum Fiskaaling.
Týdningarmikil árstøl í føroyskari alisøgu:
1966-1967 Sílarogn verða innflutt úr Danmark
1970 P/F Fiskaaling verður stovnað
1973 Føroya Landsstýri yvirtekur P/F Fiskaaling
1978-1984 Laksarogn verða innflutt úr Noreg
1984 P/F Fiskaaling gevst at innflyta rogn vegna IPN í Noreg
1991 P/F Fiskaaling fer í holt við kynbótaarbeiði við 150 familjum. Úrvalt verður fyri vøkstri og móti tíðliga kynsbúning
1992 Sjúkumótstøðuføri verður tikið við í úrvalið
1995 Flakalitur verður tikin við í úrvalið
1997 Flakafiti verður tikin við í úrvalið
1999 Talið av familjum verður økt úr 150 til 400 familjur
2001-2005 Royndir við aling av kalva
2001 Innflutningurin av rognum verður uppafturtikin
2006 Royndir við aling við toski
2009 Nýggj endamálsorðing fyri Fiskaaling.
2009 Nýggjar viðtøkur fyri Fiskaaling. Gransking, menning og ráðgeving verður týðandi partur av virkseminum
2010 Samstarv við SalmoBreed
2016 Rognaframleiðslan varð niðurløgd. Kjarnuuppgávan hjá Fiskaaling verður gransking, menning, ráðgeving og tænastur
2016 Føroyska laksastamman verður varðveitt og kynbótaarbeiðið verður uppafturtikið
2017 Bakkafrost yvirtekur ábyrgdina av føroysku laksastammuni og lívfiskaarbeiðinum
2018 Virksemið á P/F Fiskaaling snýr seg í alt størri mun um gransking og at framleiða nýggja vitan
2018 Nýggja visjónin hjá Fiskaaling er: Vitan til varandi aling
2024 Fiskaaling broytir navn til Firum
Andrias Reinert skrivar her um føroyska aling og fyrstu árini hjá Fiskaaling fram til nítiárini.