VN 182 Andrias Reinert

Main image

Granskingarfarið Andrias Reinert

VN 182 Andrias Reinert

Granskingarfarið hjá Firum, Andrias Reinert, verður brúkt til kanningar- og granskingararbeiði av ymiskum slagi. Nógvar verkætlanir, sum granskarar á Firum eru knýttir at, skulu brúka dátur og kanningar, sum verða gjørd á sjónum.

Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá Andrias Reinert eru: hydrografiskar kanningar av ymiskum slagi, streymmátingar, planktonkanningar, lúsatrolingar og ymiskar botnkanningar. Báturin verður eisini brúktur at seta mátiútgerð út og taka útgerðina inn aftur. Møguleiki er at máta og skráseta streymferð í mun til botnin, meðan báturin siglir.

Firum keypti Andrias Reinert í 2016. Granskingarfarið er navngivið eftir Andrias Reinert, sála (1934-2019), sum var stjóri á Fiskaaling 1974-1995.

Tekniskar upplýsingar

  • Kallimerki OW 2057

  • Havnanummar VN 182

  • IMO: 8814665

  • MMSI: 231 406 000

  • Heimstaður: Hvalvík

  • Bygdur: Sydvest Stålbåtar, Svøríki í 1986.

  • Dimensiónir

    • 11,4 BT

    • 3,4 NT

    • LOA: 13,0 m

    • Breidd: 3,9 m

    • Dýpd: 1,6 m

  • Maskina: Sisu Diesel (2022), typa 74 CTIM 

    • 235 kW/320 hk

  • Onnur útgerð:

  • Palfinger PK4501 krani (2020)

  • Capstan 1000 kg

  • Línuspæl

  • Alla vanliga nautiska útgerð