Myndlan av okkara firðum

Main image

At skilja hvussu okkara firðir virka, hevur stóran týdning fyri hvussu m.a. alivirksemi skal leggjast til rættis, soleiðis at virksemi tekur atlit at umstøðunum á firðunum, bæði tá talan er um fysisku umstøðunar, sum hava týdning fyri aliútgerð og fiskavælferð, og eisini náttúruna og lívfrøðina á firðunum.

Áðrenn framkomnar teldur komu, sum kunnu rokna seg fram til, hvussu umstøðurnar eru á fjørðinum, vórðu umfatandi streym- og aldumátingar gjørdar. Hesar mátingar hava, saman við mátingum av eitt nú saliniteti, iltinnihaldi í sjónum og lokalari vitan um firðirnir, verið grundarlagið fyri at meta um, hvussu egnaðir firðirnir eru til aling.

Við framkomnum rokniteldum og forritum ber nú til at gera myndlar, sum neyvt vísa, hvussu umstøðurnar á firðunum eru og hvussu firðirnir virka. Forritini taka støði í teimum mátingum og vitan, sum er um firðirnar, og kunnu neyvt vísa veruligu støðuna.

Granskingin á Firum hevur seinastu árini ment fleiri myndlar. Ein av hesum er 3d hydrodynamiski myndilin FarCoast, sum byggir á eina skipan, ið kallast ROMS og er mentur í tøttum samstarvi við m.a. Havforskningsinstituttið í Noregi. Partur av menningini av FarCoast hevur verið at validera myndilin upp móti veruligum streymmátingum.

Við FarCoast kenna vit rákið kring Føroyar, á firðunum og hvussu sjógvur ferðast millum firðirnar. FarCoast kann eisini siga, hvussu vatnskifti er á einum fjørði.

Við FarCoast ber eisini til at menna aðrar myndlar, sum kunnu vísa hvussu bitlar í sjónum ferðast. Hetta eru bitlar sum skarn frá alifiski, lús, bakteriur, virus, tari ella spillvatn frá virkjum og kommunum.

Vilt tú vita meiri um okkara 3d havmyndil FarCoast ber til at trýsta her
Vilt tú vita meiri um bitlaspjaðing ber til at trýsta her

Vilt tú vita meiri um myndlar ber til at seta teg í samband við okkara serfrøðingar: Sissal V. Erenbjerg sissal@firum.fo og Birgittu Andreasen brigitta@firum.fo