Fiskavælferð

Main image
Soleiðis verður lúsateljing framd á alilaksi.

Trivnaður og vælferð hjá alilaksi og rognkelsi er eitt avgerandi endamál

Trivnaður og vælferð hjá alilaksi og rognkelsi er avgerandi fyri, hvussu fiskurin klárar seg gjøgnum uppvakstrartíðarskeiðið og hvussu mótstøðuførur hann er. Firum hevur granskingarverkætlanir, ið kannað trivnað og vælferð hjá laksi og rognkelsi undir ymiskum viðurskiftum, bæði í alistøðum á landi og á sjónum.

Alifiskur krevur optimalar og virðiliga umstøður frá rogni til slakt. Fiskurin er viðkvæmur um vatngóðskan ikki er góð, tað verið seg á smoltstøðunum ella á sjónum. Á smoltstøðunum ber til at stýra vatngóðskuni, meðan umstøðurnar á sjónum er tengdar at umstøðunum á firðunum, veðrinum og árstíðunum.

Umframt týdningin av at ala undan fiski, sum hevur eginleikar at liva í aliringum ella á alistøðum, eru ymisk viðurskifti, sum ávirka fiskavælferðina.

Á Firum hava vit fleiri granskingarverkætlanir, ið fevna breitt frá hjartaheilsu hjá alilaksi, trivnaði hjá rognkelsi, kanningum av mikroalgum og hvalspýggj í sjónum.

Umstøður at gera kanningar av fiskavælferð koma at verða munandi betri í næstum, tá Firum fer at byggja eitt sokallað FishLab í Hósvík. Hetta verður Føroya fyrsta FishLab.

  • Les meira um okkara FishLab her

Vilt tú vita meiri um fiskavælferð ber til at seta teg í samband við okkara serfrøðingar: Ásu Reinert Johannesen, Heidi S. Mortensen, Kirstin Eliasen ella Sandru Ljósá Østerø.