Vitan um sjósíl í Føroyum

Main image

Trivnaður hjá sjósílum

Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Firum er tí farið undir eina verkætlan sum liður í arbeiðinum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina, sum hevur til endamáls at kanna umstøðurnar og liviháttin hjá føroyskum sjósílum.

Verkætlanin við føroyskum sjósílum hevur lagt seg eftir at kanna hesi viðurskifti:

  • at áseta tíðarskeiðið, tá smoltið fer á sjógv.

  • at lýsa støðuna hjá smoltinum viðvíkjandi longd, vekt, konditión og aldri, tá tað fer á sjógv.

  • at samanbera ferðingarmynstrið á veg á sjógv við kringumstøðurnar, sum eitt nú viðvíkja hita og ráki.

  • at lýsa møguligar munir í trivnaði og stovnssamanseting av sjósílum millum ymisk ár.

Ver við í kappingini um 10.000,- skattafríar krónur, les meira her

Firum - Kapping 26

 

Verkætlanin verður býtt í tveir partar, har tann fyrri skal staðfesta, nær sílasmoltið fer á sjógv, meðan seinna kannar munin í trivnaðinum hjá vaksnu sjósílunum frá ári til árs í byrjaði á heystið 2018.

Við undantaksloyvi frá kunngerð nr. 92 frá 26. juni 1990 um síla- og laksaveiðu flýggja út av Vørn, hava vit veitt 50 síl árliga við gørnum. Fyrstu árini varð hetta gjørt á tilvildarligum støðum kring Føroyar, men í 2022 broyttu vit mannagongdina. Nú verður helmingurin av sílunum veiddur nærhendis aling, meðan hin helmingurin verður veiddur longur burtur. Hetta fyri betur at kunna greina møguligan mun á sílum í mun til, hvussu nær aling tey liva. Síðani verkætlanin byrjaði hava sílafiskarar havt møguleika at stuðla kanningunum við at senda inn roðslu og aðra vitan um síl ið teir hava fingið. Hetta verður gjørt við serligum brævbjálvum sum eru mentir til endamálið. Umvegis sílafiskararnar er savnað nógv vitan um aldur, vøkstur og lúsastøðu hjá sjósílum.

 

Meira kunning

Vit tú vita meiri um 'Vitan um sjósíl í Føroyum' verkætlanina kanst tú seta teg í samband við Kirstin Eliasen, kirstin@firum.fo ella á tlf.: 77 47 03

 

Fígging Havbúnaðarfelagið
Áramál 2018 - 2027
Luttakarar

Kirstin Eliasen

Unn V. Johannesen

Ólavur Grønadal

Sandra Ljósá Østerø

David Vazquez

Jógvan Fríðálvur Hansen

Aðrar verkætlanir
OCCAM

OCCAM

Minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga alivinnuna til veðurlagsbroytingar

Royndartíðarskeið við rognkelsum

Royndartíðarskeið við rognkelsum

Rognkelsi verða nýtt til at basa lús í Føroysku alivinnuni

ADepoPlan

ADepoPlan

Accessible deposition modelling tools for improved environmental planning

FMHAT

FMHAT

Ein føroyskur miðdepil fyri háavrikandi teldumegi fyri hav- og fjarðamodell

Hjartaheilsa hjá aldum laksi

Hjartaheilsa hjá aldum laksi

Endamálið er at kanna hjartaheilsuna hjá alilaksi

FjordProcess

FjordProcess

Føroyskar fjarðaprocessir

Vitan um sjósíl í Føroyum

Vitan um sjósíl í Føroyum

Trivnaður hjá sjósílum

FarCoast

FarCoast

FarCoast Faroese Coastal Ocean model

BlueCea

BlueCea

Blue Carbon potential of macroalgae

SLIMM

SLIMM

Sea Lice uncertainty modeling group

LiceDetached

LiceDetached

Hvussu nógvar lýs detta av fiskinum í samband við avlúsing

ASuReMacro

ASuReMacro

A Sustainable and resilient macroalgal cultivation industry in the Nordic and Arctic region

Fjarðarannsókn: Kaldbaksfjørður

Fjarðarannsókn: Kaldbaksfjørður

Undankanning í sambandi við kræklingaaling

Botndjóraflokkingarskipan

Botndjóraflokkingarskipan

Føroysk flokkingarskipan fyri botndjór, nýtt til at meta um møgulig umhvørvisárin frá alivnnu

AquaVitae

AquaVitae

Hvussu økja vit um framleiðsluna av føði úr Atlantshavinum

O

OceanDecade

Ocean Decade

Fluorolice

Fluorolice

Menna mannagongd at eyðmerkja laksalús við flúrglógvan

PHD 3D ocean model of Faroese fjords

PHD 3D ocean model of Faroese fjords

PHD Oceanography of the Faroese shelf and Sundalagið norður a modeling approach

Rákið í Sundalagnum

Rákið í Sundalagnum

Rák og útskifting í Sundalagnum

Lúsalarvur í sjónum

Lúsalarvur í sjónum

Tað er torført at finna lýsnar í millum stóru nøgdirnar av øðrum djóraæti