LiceDetached

Main image

Hvussu nógvar lýs detta av fiskinum í samband við avlúsing

Vandin fyri at lús detta av fiskinum áðrenn hann verður avlúsaður og smittar annan fisk var kannaður. Bæði laksalús og seiaðlús detta av fiskinum, men tað er sera óvanligt at vaksnar laksalýs smitta aðrir aliringar ella onnur alibrúk. Hinvegin er seiðalúsin sera flytfør og smittar í stóran mun við at vaksnar lýs smitta millum fisk

Vanliga smittar laksalús við at naupliur klekjast úr eggstreingjum á vaksnum laksalýs sum eru á laksafiski. Hesar reka við streyminum og búnast til ein copepodid sum síðan kann seta seg á ein fisk og búnast víðari. Í samband við avlúsing av alifiski verður fiskurin trongdur áðrenn hann verður pumpaður uppá avlúsingarbátin. Ímeðan fiskurin er trongdur kunnu vaksnar og flytførar lýs detta av fiskinum og møguliga kunnu hesar smitta annan alifisk. Í hesi verkætlan kannaði Firum í samstarvi við Bakkafrost hvussu nógvar lýs detta av fiskinum í samband við avlúsing umframt at lúsateljingar frá 2016-2024 vóru nýttar at kannað hvussu stórur partur av lúsasmittuni stavaði frá flytførum og vaksnum lýs sum skiftu vert.

Høvuðsúrslit

  • Seiðalýs detta í nógv størri mun av alifiskinum enn laksalýs

  • 22% av teimum stóru flytføru laksalýsnum detta av fiskinum um tíman, meðan fiskurin verður trongdur. Vaksnar honir detta ikki líka lætt av fiskinum

  • Tað er sera óvanligt at vaksnar ella flytførar laksalýs smitta millum alibrúk ella aliringar

  • 44% av smittuni við seiðalús á alifiski stavar frá vaksnum lýs sum koma frá øðrum fiski

Fígging FHF project no 901782
Áramál 2022 - 2024
Luttakarar

Gunnvør á Norði

Birgitta Andreasen

Tróndur Kragesteen

Signar Pæturssonur Dam

Kirstin Eliasen

Aðrar verkætlanir
FMHAT

FMHAT

Ein føroyskur miðdepil fyri háavrikandi teldumegi fyri hav- og fjarðamodell

ADepoPlan

ADepoPlan

Accessible deposition modelling tools for improved environmental planning

BlueCea

BlueCea

Blue Carbon potential of macroalgae

FarCoast

FarCoast

FarCoast Faroese Coastal Ocean model

Hjartaheilsa hjá aldum laksi

Hjartaheilsa hjá aldum laksi

Endamálið er at kanna hjartaheilsuna hjá alilaksi

SLIMM

SLIMM

Sea Lice uncertainty modeling group

ASuReMacro

ASuReMacro

A Sustainable and resilient macroalgal cultivation industry in the Nordic and Arctic region

O

OceanDecade

Ocean Decade

Rákið í Sundalagnum

Rákið í Sundalagnum

Rák og útskifting í Sundalagnum

PHD 3D ocean model of Faroese fjords

PHD 3D ocean model of Faroese fjords

PHD Oceanography of the Faroese shelf and Sundalagið norður a modeling approach

LiceDetached

LiceDetached

Hvussu nógvar lýs detta av fiskinum í samband við avlúsing

FjordProcess

FjordProcess

Føroyskar fjarðaprocessir

AquaVitae

AquaVitae

Hvussu økja vit um framleiðsluna av føði úr Atlantshavinum

Lúsalarvur í sjónum

Lúsalarvur í sjónum

Tað er torført at finna lýsnar í millum stóru nøgdirnar av øðrum djóraæti

Royndartíðarskeið við rognkelsum

Royndartíðarskeið við rognkelsum

Rognkelsi verða nýtt til at basa lús í Føroysku alivinnuni

Fjarðarannsókn: Kaldbaksfjørður

Fjarðarannsókn: Kaldbaksfjørður

Undankanning í sambandi við kræklingaaling

Vitan um sjósíl í Føroyum

Vitan um sjósíl í Føroyum

Trivnaður hjá sjósílum

OCCAM

OCCAM

Minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga alivinnuna til veðurlagsbroytingar

Fluorolice

Fluorolice

Menna mannagongd at eyðmerkja laksalús við flúrglógvan

Botndjóraflokkingarskipan

Botndjóraflokkingarskipan

Føroysk flokkingarskipan fyri botndjór, nýtt til at meta um møgulig umhvørvisárin frá alivnnu