Menna mannagongd at eyðmerkja laksalús við flúrglógvan
Í Fluorolice verkætlanini, var endamálið at menna eina mannagongd at eyðmerkja laksalús við flúrglógvan, t.v.s. at tær verða sjálvlýsandi í sýninum, og tískil verður skjótari at finna tær í mun til kanningarhættir, sum vanliga verða nýttir.
Til tess at betra um møguleikarnar at basa laksalús eru stór ynski um at kenna útbreiðslu og tættleika av lús í sjónum. Vanliga vera tílíkar kanningar gjørdar við at taka planktonprøvar og eyðmerkja lýsnar í prøvanum undir luppi. Av tí, at talið av lús er so lítið í mun talið av øðrum verum í sjónum, er hetta er eitt sera tíðarkrevjandi arbeiði.
Eisini verða lýsnar eyðmerktar út frá litum, sum tíverri hvørva nakað eftir, at sýni er tikið. Tí er sera avmarkað, hvussu nógv sýni kunnu takast. Við at menna nýggjar mannagongdir við flúrglógvan verður møguligt at taka nógv fleiri sýnir og tískil økja munandi um vitanina um laksalýsnar, ímeðan tær eru í sjónum.
Høvuðsúrslit
Við at brúka flúrglógvan saman við mikroskopi er tað 10 ferðir skjótari at finna laksalús ímillum alt annað plankton í sýnunum
Krevur formalin-fixeraði sýni og atgongd til rætta mikroskipi útgerð
Víðarimenning: betri sýnistøkuútgerð og automatiseraðar kanningarhættir