Fjarðarannsókn: Kaldbaksfjørður

Main image

Undankanning í sambandi við kræklingaaling

Í sambandi við at Kaldbaksfjørður eftir ætlan skuldi bjóðast út til kræklingaaling, heitti Heilsufrøðiliga starvsstovan á Firum um at lýsa rákið og útskiftingina á fjørðinum.

Úrslitini vístu, at sjógvurin út eftir fjørðinum var sera einsháttaður. Eisini var lítil munur á sjónum innanfyri gáttina og uttanfyri.

Útskiftingin av sjónum í Kaldbaksfirði er fyrst og fremst drivin av estuarinum ráki við tveimum løgum, har feskvatn rennur út í erva og sjógvur uttanífrá verður sogin inn í neðra. Um summarið er minni avfall og útskiftingin var minni. Tá sást ein trýlagslagdeiling á fjørðinum við avlæstum botnlagi.

Mikrobiellar kanningar bendu á, at størsta dálkingarkeldan var avrenning frá landi heldur enn kloakkleiðingar. Hetta var allarhelst dálking frá djórahaldi og taðing á landi, ið varð skolað í fjørðin við avfalli.

Størsti vandin fyri langtíðardálking er um summarið, um tað fyrst er stórt áarføri og síðani turkur.

Frágreiðingar

Fígging Firum
Áramál 2021 - 2022
Luttakarar

Sandra Ljósá Østerø

Sissal Vágsheyg Erenbjerg

Tróndur T. Johannesen

Erna Lava Olsen

Gunnvør á Norði

Aðrar verkætlanir
FMHAT

FMHAT

Ein føroyskur miðdepil fyri háavrikandi teldumegi fyri hav- og fjarðamodell

ADepoPlan

ADepoPlan

Accessible deposition modelling tools for improved environmental planning

BlueCea

BlueCea

Blue Carbon potential of macroalgae

FarCoast

FarCoast

FarCoast Faroese Coastal Ocean model

Hjartaheilsa hjá aldum laksi

Hjartaheilsa hjá aldum laksi

Endamálið er at kanna hjartaheilsuna hjá alilaksi

SLIMM

SLIMM

Sea Lice uncertainty modeling group

ASuReMacro

ASuReMacro

A Sustainable and resilient macroalgal cultivation industry in the Nordic and Arctic region

O

OceanDecade

Ocean Decade

Rákið í Sundalagnum

Rákið í Sundalagnum

Rák og útskifting í Sundalagnum

PHD 3D ocean model of Faroese fjords

PHD 3D ocean model of Faroese fjords

PHD Oceanography of the Faroese shelf and Sundalagið norður a modeling approach

LiceDetached

LiceDetached

Hvussu nógvar lýs detta av fiskinum í samband við avlúsing

FjordProcess

FjordProcess

Føroyskar fjarðaprocessir

AquaVitae

AquaVitae

Hvussu økja vit um framleiðsluna av føði úr Atlantshavinum

Lúsalarvur í sjónum

Lúsalarvur í sjónum

Tað er torført at finna lýsnar í millum stóru nøgdirnar av øðrum djóraæti

Royndartíðarskeið við rognkelsum

Royndartíðarskeið við rognkelsum

Rognkelsi verða nýtt til at basa lús í Føroysku alivinnuni

Fjarðarannsókn: Kaldbaksfjørður

Fjarðarannsókn: Kaldbaksfjørður

Undankanning í sambandi við kræklingaaling

Vitan um sjósíl í Føroyum

Vitan um sjósíl í Føroyum

Trivnaður hjá sjósílum

OCCAM

OCCAM

Minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og tillaga alivinnuna til veðurlagsbroytingar

Fluorolice

Fluorolice

Menna mannagongd at eyðmerkja laksalús við flúrglógvan

Botndjóraflokkingarskipan

Botndjóraflokkingarskipan

Føroysk flokkingarskipan fyri botndjór, nýtt til at meta um møgulig umhvørvisárin frá alivnnu