Kapping

Main image
Fiska, tak royndir, legg í brævbjálva og send okkum fyri at verða við í lutakastinum

Ver við í kappingini um 10.000,- kr. skattafríar

Fyri at vera við í árliga lutakastinum um 10.000,- skattafríar krónur krevst einans, at tú sendir inn brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Firum.

 

> Vegleiðing til brævbjálvarnar
Nærri vegleiðing til brævbjálvarnar og tøku av sjósílaroðslu finnur tú her 

 

Hjálp okkum at granska
Vitanin um føroyska sjósílastovnin er sera avmarkað. Í hesi verkætlanini kanna vit munir í trivnaðinum hjá sílum á sjónum, bæði innan ár og millum ár. Ein og hvør, ið fær síl, kann savna inn roðslu til Firum og vera við at hjálpa okkum við sjósílaverkætlanini, og samstundir vera við í lutakastinum um 10.000,- skattafríar krónur. Vit bíða spent uppá brævbjálvarnar.

 

Seinasta freist
Freistin at lata Firum brævbjálvarnar er mánadagin 30. november 2026. Drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvarnar fríggjadagin hin 11. desember 2026.

 

Her eru brævbjálvar
Brævbjálvarnir eru at fáa í hesum støðum:

  • Magn, Trongisvágur

  • Handilsvirkið Niclasen, Sørvágur

  • Hjá Rólant, Sandur

  • Jógvan Weihe, Tórshavn

  • Effo, Kollafjørður

  • Effo, Skálafjørður

  • Stanley, Norðskáli

  • Berglon, Klaksvík

  • Berglon, Runavík

Bjálvarnir til endamálið fáast eisini frá Firum á tel. 47 47 47, ella skriva til fiskur@firum.fo

 

Les meira um verkætlanina 'Vitan um sjósíl í Føroyum'
Vælkomin at lesa meira og síggja frágreiðingarnar seinastu árini um sjósílaverkætlanina hjá Firum her

 

Viðkomandi greinar

> Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026 (30/6-26)

> Vinnarin av lutakastinum um 10.000 kr er funnin! (12/12-25)