Enn ber til at luttaka í kanning og vera við í lutakasti um 10.000 kr! Send brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum, so hesar eru Fiskaaling í hendi í seinasta lagi 1. desember 2022.
Aftur í ár heitir Fiskaaling á sílafiskarar um at taka lut í sjósílakanning. Endamálið við kanningini er at økja um vitanina um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi. Øll, ið hjálpa til við kanningini, eru við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur. Verkætlanin er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.
Fyri at vera við í lutakastinum krevst einans, at luttakarar senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling, ið hevur framleitt serligar brævbjálvar til høvið. Brævbjálvin skal turkast við stovuhita og síðani sendast til okkara. Fiskaaling rindar postgjald. Vegleiðing til tøku av roðslu og útfylling av brævbjálvum er á firum.fo. Brævbjálvar fáast ókeypis kring landið á hesum støðum:
- Magn, Trongisvágur
- Hjá Rólant, Sandur
- Jógvan Weihe, Tórshavn
- Effo, Kollafjørður
- Effo, Skálafjørður
- Stanley, Norðskáli
- Berglon, Klaksvík
Luttakarar kunnu eisini skriva navn og bústað til okkara á fiskur@firum.fo, so senda vit brævbjálvar.
Fyri at vera við í lutakastinum, má brævbjálvin vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. desember. Fríggjadagin 9. desember verður lutakastið um 10.000 kr. Drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvar.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling.