Tróndur Kragesteen, granskari, og Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Ársins ambassadørar kosnir

Á hátíðarhaldi fyri Ambassadørum hjá Visit Faroe Islands á Tjóðsavninum í Brekkutúni hósdagin 16. mars vórðu heiðrar latnir Ársins Ambassadøri, Ársins Ambassadørátaki og ein serligur heiður.  

Ársins Ambassadørur gjørdist Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, fyri stóru ráðstevnuna Sea Lice International.

Grundgeving frá Dómsnevndini:
Jóhanna Lava Køtlum er stjóri á Fiskaaling og hevur drigið stóru ráðstevnuna 13th International Sea Lice Conference til Føroya. Ráðstevnan varð hildin 9. - 13. mai í 2022, men átti at verið hildin 2 ár frammanundan. Seinkingin var sjálvandi orsakað av koronu. Jóhanna saman við Fiskaaling loftaði longu koronu bíðitíðini við at skipa fyri væleydnaðari ráðstevnu á netinum í september 2021, har fleiri enn 800 fólk luttóku, og har møguleiki var fyri at bera fram granskingarúrslit.

Á stórslignu ráðstevnuni, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í fjør, vóru 240 luttakarar. Hetta stóra tal skal síggjast í ljósinum av, at korona enn var útbreitt, og at fleiri fólk hava verið á teirra Youtube kanal og hugt eftir fyrilestrum.

At fáa føroyska gransking út í heim og at fáa altjóða gransking innan fiskaaling til Føroya er eitt av hennara aðalmálum, og hevur Jóhanna á henda hátt sett Føroyar á heimskortið hetta granskingarøki.

(Brot úr tíðindaskriv frá Visit Faroe Islands: in.fo - fyrst og fremst)

Ársins Ambassadørur gjørdist Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling fyri stóru  ráðstevnuna um Sealice. Heiðurin fyri Ársins Ambassadørátak fekk Marnar Fríðheim Kristiansen fyri ANCR Symposium, sum snýr seg um Krabbameinsskráir. Ársins serligi heiður fór til Eydnudeildina fyri Eydnu Cup, sum varð hildin á fyrsta sinni í páskavikuni í  fjør.
Ársins Ambassadørur gjørdist Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling fyri stóru ráðstevnuna Sea Lice International. Heiðurin fyri Ársins Ambassadørátak fekk Marnar Fríðheim Kristiansen fyri ANCR Symposium, sum snýr seg um Krabbameinsskráir. Ársins serligi heiður fór til Eydnudeildina fyri Eydnu Cup, sum varð hildin á fyrsta sinni í páskavikuni í  fjør.