GRÓ-gestir saman við Amandu Vang frá Firum

Áhugaverd GRÓ-vitjan á Firum

Áhugaverd GRÓ-vitjan á Firum

Seinastu vikuna hava vit á Firum havt vitjan av seks spennandi gestum, ið eru komnir til Føroyar at kunna seg um føroysku alivinnuna. Hesi seks eru partur av skeiðnum Fisheries Training Programme, ein av menningarskráunum undir UNESCO-GRÓ, sum eisini umfatar alivinnu. Skeiðið, ið er seks mánaðir, endar við, at luttakararnir gera eina granskingarverkætlan um viðkomandi viðurskifti í teirra heimlandi.

Hesa vikuna í Føroyum hevur vinnan tikið væl ímóti gestum okkara. Vit hava vitjað fyritøkur, sum virka í alivinnuni, og mynduleikar, sum øll gjølla hava greitt frá teirra virksemi og royndum. Vitjað varð á iNOVA, Ocean Rainforest, Havsbrún, KJ, LAXÁ, Umhvørvismálaráðnum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Avrik og á Firum.

Allir skeiðsluttakarar eru útvaldir av einum netverki, ið er skipað undir UNESCO. Netverkið fær umsóknir úr øllum heiminum, og tey seta høg krøv til umsøkjarar, ið skulu hava viðkomandi útbúgving og starv. Hesi, sum vitjaðu, hava øll akademiska útbúgving innan alivinnu og fyrisiting. Harafturat arbeiða tey við at menna eina ábyrgdarfulla alivinnu í teirra heimlondum.

Uppihaldið í Føroyum er úrslit av samstarvi millum Ísland og Føroyar um altjóða menningarsamstarv. Ísland hevur seinast 25 árini havt eitt skipað altjóða menningararbeiði, ið kallast UNESCO GRÓ Fisheries Training Programme. Seinastu árini er eitt skeið innan burðardygga alivinnu vorðið partur av hesum. Hetta er triðja árið, at vit á Firum samstarva við Ísland um hetta.

Hesir seks fellows skulu verða í Íslandi í 6 mánaðir fyri at fáa undirvísing og innlit í ymiskar tættir, ið eru viðkomandi fyri alivinnuna. Vit í Føroyum hava hollan kunnleika um og drúgvar royndir við, hvussu alivinnan kann skipast, og hvørji viðurskifti hava týdning. Tí er tað, at vit í Firum eru farin undir at samstarva við Ísland.

Teir seks gestirnir komu úr Angola, Gana, Kenja, Indonesia, Sierra Leona og Tansania.

Á Firum eru vit fegin um samstarvið við UNESCO-GRÓ, ið er við til at styrkja samstarvið ímillum luttakandi lond. Samstarvið er eisini ein týðandi liður í arbeiðnum hjá Firum at virka fyri máttmenning (Capacity Development) í menningarlondum.

GRÓ-gestir saman við Amandu Vang frá Firum

Hans Jákup Jacobsen, Havsbrún, greiðir frá um laksafóður.

Jógvan Páll Fjallsbak greiðir frá um uppgávuna hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Sanna Nolsøe Djurhuus og Turid Arge frá løgmálaráðnum lýða á

Rúni Dam frá Avrik greiðir frá um data benchmarking

Áhugavert prát við Viggo Johannesen, stjóra, og onnur starvsfólk hjá KJ á Kambsdali

Leif av Reyni, stjóri á LAXÁ, greiðir frá um smoltstøðina á Hellunum

Jóhan Christiansen frá Ocean Rainforest vísir eina nýggja band sáðmaskinu, sum er ment sum liður í SeaMark verkætlanini

Birgitta Andreasen, granskari á Firum, heldur fyrilestur um planlegging og fremjan av umhvørviseftirliti á aliplássum.