Workshop í Kroatia

Øystein Patursson, Heðin I. Abrahamsen og Heini W. Rasmussen frá deildini Tøkni og umhvørvi á Fiskaaling hava verið til eina workshop í Kroatia. Heitið var 10th International Workshop - DEMaT'11 (Methods for the Development and Evaluation of Maritime Technologies). Evnini, sum vóru viðgjørd, eru serliga teknisk viðurskifti innan fiskireiðskap og aliútgerð. Øystein hevði eina framløgu, sum kann heintast her, og abstraktið kann síggjast her. Øystein hevur eisini saman við Knud Simonsen skrivað eina ráðstevnugrein, sum framløgan var um, og sum er í Proceedings bókini, ið varð útgivin í samabandi við rástevnuna. Hetta verður tøkt í næstum á ráðstevnuheimasíðuni: http://www.demat.uni-rostock.de/