mánadagur, 23. januar 2017
"Differences in fat accumulation between immature male and female Atlantic salmon Salmo salar after dietary administration of tetradecylthioacetic acid” eitur grein, ið Regin Arge saman við øðrum hevur skrivað, og er útgivin í altjóða vísindaliga tíðarritinum Journal of Fish Biology.
Í greinini verður viðgjørt, hvussu fitin verður umsett í laksi í mun til kyn og stødd á fiskinum og í mun til árstíð. Í verkætlanini var ein serlig feittsýra (TTA) blandað í fóðrið í eina tíð beint eftir útseting á vári, og í eina tíð fyrsta veturin á sjónum. TTA-fitisýran hevur serligar eginleikar sum gera, at hon økir um fitiforbrenningina, og minkar sostatt um upphóping av fiti í laksinum.
Almenn vitan er, at umframt longd á degnum (ljós), hevur fiti- ella orkugoymslan í laksinum á vári alstóran týdning fyri byrjanina av kynsbúningini, ið síðan mennist út á summarið og heystið. Eisini er kent, at siljafiskar oftast kynsbúnast á yngri aldri enn rognafiskar. Sum ein liður í at minka um kynsbúning í aldum laksi, var tí áhugavert at kanna, um silja- og rognafiskar umseta fitina ymiskt í avgerðandi tíðini á sjónum um várið. Hetta tí orkunýtslan í mun til orkuupptøku er serliga stór hesa tíðina.
Fóðurviðgerðin við TTA varð eftirmett í juni eftir fyrsta várið, og í mai eftir seinna várið á sjónum. Hetta varð gjørt við at kanna fitiinnihald í flakinum, har laksur goymir meginpartin av fitinum. Kanningarnar vístu, at TTA viðgerðin framdi avgjørdan mun millum fitiinnhaldið í rogna- og siljafiskum. Fyrsta várið vóru serliga rognafiskarnir ávirkaðir av viðgerðini. Fitiinnihaldið í rognafiskunum var tá 3.1%, ímóti 4.3% í siljafiskunum. Hinvegin var fitiinnhaldið í siljafiskum minni eftir viðgerð várið eftir: 15.8 og 16.7% – í ávikavist silja- og rognafiskum. Kondisjónsfaktorurin sást týðiliga fylgja sama mynstri, sum fitiinnihaldið í flakinum, og styrkti sostatt um eftirmetingina.
Úrslitini vísa á, at dynamikkurin í upphóping av fiti millum kynini er ymiskur. Hetta er helst tengt at serligu lívfrøðini, tá umræður nøring hjá laksi. Eisini vísa úrslitini, at umráðandi er at umhugsa kynið á fiskinum og árstíð, tá kanningar verða gjørdar viðvíkjandi fitiinnhaldi í atlantiskum laksi.
Greinin er úrslit úr phd-verkætlanini hjá Regini Arge og er partvís fíggjað av Granskingarráðinum og Fiskaaling, umframt Nofima og norska granskingarráðnum.
Greinin kann lesast umvegis leinkjuna:
http://onlinelibrary.wiley.com/doi/10.1111/jfb.13113/full