fríggjadagur, 21. februar 2014
Norskur serfrøðingur mælir til at viðgera móti AGD við feskum vatni
Tað er bæði bíligari og umhvørvisvinaligari at viðgera fisk, sum illgruni er um kann vera í vanda fyri at fáa táknusjúkuna AGD, við feskum vatni, heldur enn sum higartil vanliga hevur verið gjørt við brinyvirilt, ið eisini verður nýtt í samband við avlúsing.
Tað sigur Tor Atle Mo frá norska Veterinærinstituttet. Hann helt fyrrapartin fyrilestur á aliráðstevnuni á Hotel Føroyum. Fyrilesturin var um AGD- støðuna í Noreg.
Hann vísti í fyrilestri sínum á, at í Írlandi hevur vanligt feskt vatn verið nýtt sum viðgerðarevni, heldur enn onnur evni, sum bæði eru dýrari og ikki so umhvørvisvinalig. Tó krevjast rættiliga stórar nøgdir av vatni, tí tað kann ikki endurnýtast.
Tor Atle Mo hevur nøkur tilmæli, hann metir kunnu vera við til at halda AGD niðri. Hann nevnir serliga eftirlit, upplæring av starvsfólki til at skyna á, nær fiskur kann vera smittaður, viðgerð tíðliga í tilgongdini, og góða tilbúgving at taka sær av støðuni, um tað skuldi endað galið.
Savnsmynd