Landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Høgni Hoydal, vitjaði Fiskaaling í dag, 3. februar. Vitjanin var tann fyrsta síðani løgtingsvalið í desember.
Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, og Kristoffur Laksá, nevndarformaður, tóku ímóti og saman við starvsfólkunum, kunnaðu tey um virksemið hjá Fiskaaling. Greitt varð frá virkseminum sum heild, verkætlanum og samstarvi við granskarar og granskingarstovnar bæði í Føroyum og uttanlands. Harafturat legði Jóhanna Lava Køtlum stóran dent á hvussu týðandi gransking er fyri burðardyggu menningina av alivinnuni.
Saman við landsstýrismanninum vóru eisini Herálvur Joensen, aðalstjóri, og Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi.