Høvuðsendamálið við frágreiðingini er at veita eitt yvirlit yvir mest umráðandi umhvørvisárinini og møguligari ávirkan, føroysk taraaling kann hava á havumhvørvið.

Vitan um árin av taraaling á umhvørvið

Á stóru altjóða tara ráðstevnuni ‘Seagriculture EU’, sum var hildin í Havn í juni mánaði, hevði Birgitta Andreasen framløgu fyri umleið 250 fólkum úr 25 ymsum londum.

Framløgan bar heitið: “A baseline studies programme for sustainable and resilient seaweed cultivation in Faroese fjords”. Norðurlandaráðharraráðið gav frágreiðingina út í januar 2024. Saman við Birgittu Andreasen eru eisini Susse Wegeberg, Agnes Mols-Mortensen, Kasper Hancke, Gunnvør á Norði og Gunhild Borgersen høvundar. 

Framløgan er at finna her.

Høvuðsendamálið við frágreiðingini er at veita eitt yvirlit yvir mest umráðandi umhvørvisárini og møguligari ávirkan, sum føroysk taraaling kann hava á havumhvørvið.

Frágreiðingin byggir á umhvørvisárinsmetingar meginreglurnar (Environmental Impact Assessment, EIA), har tey eyðmerktu umhvørvisárin vóru mett um, hvørt tey vóru viðkomandi, og um hvønn týdning tey kunnu hava í føroyskum høpi.

Frá hesi lýsing av møguligum umhvørvisárinum frá taraaling í Føroyum varð eitt uppskot til eitt grundstøðu program (baseline) lagt fram. Hetta baseline programmið er í tráð við tey viðmæli, ið komu frá tí norsku KELPPRO verkætlanini, men tekur tó atlit til tí nýggjastu vitanina innan økið, og er tað rættað móti føroysku umstøðunum og náttúrliga umhvørvinum.

Eisini er ein verksetingarætlan av hesum baseline programmi gjørd. Við at gera eitt yvirlit av teimum tøku viðkomandi føroysku dátunum hevur borið til at ávísa tey møguligu vitanarholini, ið eru, og síðani er ein meting gjørd av, hvørjar kanningar skulu gerast fyri at fylla hesi vitanarhol. Tað varð mett, at kanningarnar skulu prioriterast eftir at fáa vitan um tað umhvørvið, sum er mest viðkvæmt fyri árini, ið ikki vendist aftur frá. Hetta eru kanningar so sum (1) kortleggja lívmargfeldið av teimum natúrligu taraskógunum, (2) populatións genetikkur av tarasløgum mest hóskandi til taraaling, og (3) lívmargfeldi av teimum djórasløgunum, ið liva í og tætt at taraskógi.

Eitt baseline program og eitt eftirfylgjandi eftiransingar program av taraaling eru alneyðug fyri at kunna tryggja eina varðandi og mótstøðuføra taraaling á føroysku firðunum. Hetta uppskotið til eitt baseline program er eitt fyrsta stig á hesi leið og kann verða við til at menna menningar og eftiransingar mannagongdir av føroyskari taraaling.

Henda frágreiðingin er ein av úrtøkunum frá verkætlanini ASuReMacro, sum Birgitta Andreasen, granskari á Firum, var leiðari á. ASuReMacro verkætlanin var eitt samstarv millum granskarar úr Føroyum, Danmark og Noreg frá ávikavist á Firum, Tari Spf.,  Aarhus Universitet og Norsk Institutt for Vannforskning (NIVA).

Frágreiðing kann lesast her.

Í samband ASuReMacro verkætlanina varð eisini skipað fyri eini verkstovu, hvørs úrtøka kann lesast her.

Frágreiðing:

Bitlaspjaðing frá einum hugsaðum taraalibrúki á 25 ha í Sundalagnum N. Eginleikar á tarabitlum, so sum søkkiferðir, resuspensión og livitíð eru frá Broch et al. 2022, Fieler et al. 2021, og Cromey et al. 2002. Henda modelleringing er gjørd í samband við verkætlanina ADepoPlan sum nýtir 3D havmodellið FarCoast og bitlasporingsmodellið LADiM.