Herfyri skipaði Fiskaaling fyri vísindaráðstevnu undir heitinum Vitan til varandi aling. Undirtøkan var sera góð og áleið 100 luttakarar vóru á ráðstevnuni. Av teimum vóru m.a. granskarar, fakfólk úr alivinnuni og frá almenna myndugleikanum, umframt lesandi.
Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, bjóðaði vælkomin og setti ráðstevnuna. Hon byrjaði sína vælkomstrøðu við at greiða frá endamálinum við ráðstevnuni, hvussu vitanartung alivinnan er og týdninginum av vitanini fyri burðardyggu menningini av alivinnuni. Hon vísti á, hvussu umráðandi tað er, at granskarar og fakfólk, ið sita á ymsum stovnum og fyritøkum, hittast og fáa høvið at viðgera og leggja fram nýggj granskingarúrslit, sum hava týdning fyri alivinnuna. Alivinnan fevnir breitt, og neyðugt er at styrkja granskingarumhvørvið tvørtur um stovnar og fakmørk.
Á skránni vóru 12 áhugaverdar framløgur frá granskarum við drúgvum royndum. Luttakarar fingu kunning um, hvat rørir seg á granskingarstovnum í Føroyum og í okkara grannalondum. Framløguhaldarar vóru granskarar frá Havstovuni, Sjókovanum, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskaaling, Nofima (NO), Havforskningsinstituttet (NO), Aqua Kompetance (NO) og SYKE (FI). Framløgurnar viðgjørdu evni, ið eru viðkomandi fyri alivinnuna. Ársins ráðstevna varpaði ljós á 3 høvuðsevnir: avlúsing og fiskavælferð, veðurlagsavbjóðingar, búskapar- og samfelagsviðurskifti.
Vitan til varandi aling var á fyrsta sinni í 2021, men vegna korona var ráðstevnan hildin á netinum. Netráðstevnan var væleydnað og afturboðanir vóru m.a. um, at tørvur er á fleiri vísindaligum ráðstevnum í Føroyum. 20. oktober var ráðstevnan hildin á øðrum sinni. Hesaferð á Hilton Garden Inn og aftur vóru afturboðanirnar jaligar og vístu á, at tað er eitt ynski, at ráðstevnan er afturvendandi. Til ráðstevnuna í 2023 valdu fyriskipararnir evnini og settu seg í samband við granskarar um at halda framløgur. Arbeitt verður við at finna ein leist til, hvussu ráðstevnan skal skipast í framtíðini. Ætlanin er m.a. at heita á áhugaði um at senda uppskot um evni og abstract til framløgur.
Kunning um ráðstevnuna: Vitan til Varandi Aling 2023 (fiskaaling.fo)