fríggjadagur, 28. mars 2014
Størri smoltið er, tá tað verður sett á sjógv, betri er
møguleikin fyri trivnaðinum hjá fiskinum. Tað er ein av orsøkunum til, at
alifyritøkan Hiddenfjord fer at byggja smoltstøðina á Fútakletti munandi út. Soleiðis
fæst eisini reinari umhvørvi í somu umbering, vísir stjórin á
Teir eru farnir undir at grava út fyri eini stórari
útbygging á Fútakletti. Einir 3.000 fermetrar afturat skulu leggjast undir tak.
Væntandi skal hetta í seinna enda geva betri úrtøku. Men ávegis skal hetta
eisini bøta um trivnaðin hjá fiskinum, sigur Atli Gregersen, stjóri á
Hiddenfjord.
Lúsin er størsta plágan hjá alingini, metir hann. Nógv verður
gjørt fyri at sleppa undan henni. Og ymsar eru hugsaninar um, hvussu tað skal
gerast.
-Vit ætla við hesi útbyggingini at koma eitt stig nærri eini
loysn, har færri kemisk evni verða brúkt til at basa lúsini. Tað verða í dag
nýtt so nógv avlúsingarevni, at tað saktans bara er ein spurningur um tíð, til
lúsin er mótstøðufør móti øllum teimum ymsu evnunum, sum kend eru. Vit mugu
alla tíðina hugsa um aðrar hættir at basa lúsini, og ein hátt meta vit vera at
hava fiskin longri á landi, áðrenn sett verður út.
Styttri tíð í ringum á sjónum hevur fleiri fyrimunir við sær,
vísir Atli Gregersen á. Á aliráðstevnuni, sum var í februar, varð víst til ein
einstakan ring á Sørvágsfirði, har fiskurin hevði gingið lutfalsliga stutt í
sjónum. Tølini, sum tá vórðu kunngjørd, talaðu sítt greiða mál, sigur hann. Nú
verður farið eitt stig víðari, og smoltstøðin verður víðkað munandi.
-Við at seta størri fisk út, rokna vit við at stytta tíðina
í sjónum við einum fýra til fimm mánaðum. Endamálið er sjálvandi at fáa betri "business”
burturúr. Men tað kemur sanniliga eisini bæði vælferðini hjá fiskinum og
umhvørvinum til góðar, staðfestir Atli Gregersen.