Tað er vika sex og vit taka av møguleikanum at siga eitt sindur um sexlívið hjá nøkrum av verunum, vit hitta í okkara arbeiði.
Lívsringrásin byrjar við sex og í djóra- og plantuheiminum síggjast nógvar spennandi, undarligar og ja, eisini ólekrar strategiir fyri, hvussu man best fær næsta ættarliðið, børnini, undan.
Vit arbeiða hvønn dag við aling. Vit granska í øllum millum himmal og jørð, sum hevur við aling at gera. Ein partur av hesum arbeiðinum er at vita, hvussu nøringin hjá hesum skapningum fer fram.
Hesa komandi vikuna, í viku sex, fara vit at kasta ljós á nøringina hjá rognkelsi, kúlulaksi, laksalús, hvalspýggju, tara og alilaksi. Hesar verur hava allar ávirkan á, hvussu alingin eydnast.