Hvalspýggja hevur eina undarliga ringrás, tá um nøring ræður. Hvalspýggjan nørast soleiðis, at kallhvalspýggjan, sprænir sáðkyknur út í sjógvin, meðan kvennhvalspýggjan sprænir eggkyknur ut i sjógvin. Egg- og sáðkyknur møtast í sjónum og eggini verða gitin. Tey mennast til larvur, sum svimja niður á botn, har tær seta seg sum ein leggvøkstur, ein polyppa. Viðhvørt, um viðurskiftini eru heilt góð, nørast fleiri hvalspýggjur í senn. Tað kann føra til stórar uppblómingar.
Onnur sløg nørast soleiðis, at kallhvalspýggjan sprænir sáðkyknur út í sjógvin, og um hann er heppin, so svimur ein kvennhvalspýggja inn í sáðið.
Sáðið gitir eggini í búkinum hjá kvennhvalspýggjuni. Tá byrjar ein heilt margháttlig nøring og menning av lívi. Ein menning, sum hevur gingið í ringrás øll tey 600 milliónir árini, sum hvalspýggjur hava verið til.
Gitna eggið í búkinum á kvennhvalspýggjuni mennist til eina ovala brúna larvu, sum leitar sær út í munnarmin.
Nú loysir larvan seg frá munnarminum á mammuni og svimur niður á botn, har hon setir seg sum ein leggvøkstur, ein polyppa.
Nú byrjar ein heilt serlig tilgongd. Hesin lítli leggvøksturin, sum nú stendu fastur á botni, veksur seg størri. Tað leggjast fláir, sum minna mest um smáar pannukøkur, oman á hvørja aðra. Ein fyri og onnur eftir loysna hesar fláirnar av leggvøkstrinum og sveima út í sjógvin. Hetta eru nýggjar smáar hvalspýggjur, medusa, sum eru vorðnar til við ókynjaðari nøring.
Hesar nýggju hvalspýggjurnar gerast nýggja ættarliðið av hvalspýggjum, sum einaferð fer at standa fyri kynjaða partinum av nøringini hjá hvalspýggju. Og soleiðis heldur ringrásin fram.
Flestu hvalspýggjur liva stutt, vanliga í nakrir mánaðir, alt eftir hvat fyri slag talan er um. Tó kunnu summi sløg liva í 2-3 ár. Polyppurnar kunnu liva og nørast ókynsliga í fleiri ár, enntá áratíggju.
Ung mánahvalspýggja (Aurelia aurita, ephyra statge) frá verkætlan í Kaldbak. Hendan er 1 cm til støddar.
Mynd: Amanda Vang