Vika Sex: Tari, tvey ymisk búningarstig

Tað er ymiskt, hvussu tari nørist, tí summi tarasløg nørast kynjað og ókynjað.

Kynjaða nøringin fer fram við, at tarin framleiðir kynsfrø, vit kalla sporar ella gametar, sum eru kynskyknurnar egg og sáð.

Í nógvum tarasløgum verða egg og sáð latin út í vatnið. Eru umstøðurnar tær røttu, so renna tey saman, og gitingin fer fram. Gitna eggið mennir seg til ein lítlan spíra, eina zygotu, sum veksur til eina nýggja taraplantu.

Ókynjaða nøringin er púra vanlig hjá tarum. Ókynjað merkir, at tarin nørist uttan gitnað. Tað kann eittnú vera við sundurpetting. Hetta hendir, tá eitt petti av taranum loysnar frá høvuðsplatuni og finnur eitt gott stað at festa seg. Hetta pettið veksur seg so til ein nýggjan tara.

Nøkur tarasløg framleiða sporar, sum kunnu breiða seg í vatninum. Enda teir á røttum staði, so festa teir seg og kunnu vaksa seg til nýggjar tarar.

Bæði kynjaða og ókynjaða nøringin hjálpa taranum at breiða seg runt í havinum, har viðurskiftini kunnu broytast brádliga.

Tað serliga við tara er, at sjálv taraplantan í summum førum einans hevur eitt sett av kromosumum (einlitin – haploid) eins og egg- og sáðkyknurnar hjá djórum. Taraplantan hevur tá búningarstig, sum skifta ímillum, at øll plantan hevur eitt sett av kromosomum og so búningarstig, har plantan hevur tvey sett av kromosomum (tvílitin -diploid) eins og kyknurnar í menniskjakroppinum.

Reyðtarin í fjøruni hevur búningarstig, har øll plantan er einlitin. Har eru serligar kyknur, sum verða til annaðhvørt sáð ella egg. Sáðkyknurnar svimja ikki; men tær eru øgiliga nógvar, so líkindini at raka eitt egg eru til staðar. Eggið verður sitandi á einlitna taranum aftan á gitnaðin.

Nú býtir tvílitna eggið seg sundur nakrar ferðir og verður til ein gróhúsa (carposporangium) á móðurplantuni, og úr gróhúsanum koma grókorn (Carposporar), ið fella á botn og verða til ein greinaðan vøkstur á botni ella festur í skeljar. Á hesum greinaða vøkstrinum fer kynskyknubýting fram, sum gevur einlitin grókorn. Hesi vaksa upp til ein nýggjan tara, sum vit kenna hann í fjøruni.