Nøringin hjá rognkelsi er merkisverd. Gýtingastaðið er í taraskógini á grunnum vatni nær landi. Siljafiskurin, tað er kallfiskurin, er ógvuliga litfagur. Litfrábrigdini kunnu vera heilt frá appilsingulum yvir í lilla.
Liturin á siljafiskinum hevur allarhelst tvær orsøkir. Onnur er, at siljafiskurin sæst væl og kann ávara fíggindar so sum rovdjór og aðrar siljafiskar um ikki at koma ov nær. Hin er møguliga fyri at tekkjast rognafiskum, sum er kvennfiskurin.
Siljafiskurin, sum er væl minni enn rognafiskurin, kemur fyrst til gýtingarstaðið. Har fyrireikar hann eitt stað, eitt ”reiður”, har rognafiskurin kann gýta síni rogn. So kemur rognafiskurin til reiðrið at gýta. Hann kann gýta heilt upp í 400.000 rogn. Rognini verða fest á hellu ella steinar inni í taraskóginum. At byrja við liggja rognini í einum klumpi. Siljafiskurin sprænir sil útyvir rognini, so tey verða gitin. So spreiðir hann rognini út og formar tey í ein klump. Onkuntíð er ein kulla í miðjuni. Kanska er hetta fyri at fáa størri vídd.
Rognafiskurin rýmir alt fyri eitt, tá hann hevur gýtt. Siljafiskurin verjir og røkir rognini. Hann sæst ofta liggja nær við rognini og veiftra við uggafjaðrunum fyri at hjálpa til við sjógvútskiftingini. Sjey vikur seinni klekjast rognini, og tá fer siljafiskurin út aftur á hav.
Beinanvegin ynglið er klakt, sýgur tað seg fast á okkurt. Tað hevur soguskálir á búkinum og kann súgva seg fast á taran ella á helluna. Tað kann vera torført at fáa eyga á tað, tí tað líkist heilt nógv umhvørvinum, har tað er, á liti. Tá ið ynglið er eitt ára gamalt, fer tað út á djúpari sjógv. Tá líkist tað teimum vaksnu rognkelsunum í skapi.
Rognkelsi gýtir fyrstu ferð, tá ið tað er 3-5 ára gamalt. Skrásetingar vísa, at rognkelsini kunnu gerast 12 ára gomul.
Rognini hjá rognkelsi eru ymisk á liti. Tey kunnu hava ymsar reyðar litir, vera appilsingul, grøn og myrk. Man kann eta rognkelsisrogn sum kaviar. Tá eru rognini tikin úr rognafiskinum, saltaði og litsett soleiðis, at tey síggja serliga leskilig út.