Laksalúsin, sum á latíni kallast Lepeophtheirus salmonis, er eitt krabbadjór. Av tí at hon livir á og av einum øðrum djóri, er hon ein sníkur, ein parasitt. Hon festir seg til fiskin og livir av vætum og vevnaði av fiskinum. Tað kann vera blóð, flot, slím, skræða og vøddar. Fiskurin líðir, fær hann lús. Lúsin ger skaða á skræðuna, so fiskurin kann fáa sár. Tá kann bruni koma í, fiskurin kann fáa aðrar smittur og gerast sjúkur.
Kvennlúsin er lutfalsliga stór. Hon ber ofta langar eggjastreingir, sum gera hana sera eyðkenda. Í eggjastreingjunum eru ógvuliga nógv egg. Vit kunnu byrja lívsringrásina her.
Laksalúsin hevur átta mennigarstig. Í fyrsta menningarstigi klekist lúsin úr egginum á eggjastreingjunum og fer frá kvennlúsini út í sjógvin. Á hesum stiginum og tveimum teimum næstu stigunum er laksalúsin ein ørlítil lús, sum kann svimja frítt runt. Tvey tey fyrstu stigini kallast nauplius. Tá ið laksalúsin er komin til triðja stigið, kopepoditstigið, kann hon festa seg til ein fisk. Sum navnið sipar til, kann hetta lúsaslagið einans festa seg á laksafisk, og finnur hon ongan vert at seta seg á, tá hon er á triðja stiginum, doyr hon.
Lúsin setir seg ofta á høvdið ella aftan fyri fjarðarnar á fiskinum. Her situr hon og nýtir gott av vertinum, veksur og mennir seg til vaksna laksalús.
Áttanda og seinasta stigið er vaksna lúsin, sum fer at nørast. Nøringin hjá laksalús er áhugaverd. Tá kalllúsin er fullvaksin, fer hon at leita eftir eini kvennlús. Finnur hann eina, krøkir hann seg fastan í hana við serligum krókum, sum kalllúsin er útgjørd við. Kalllúsin festir sáðsekkir undir kvennlúsina. Talan er um lutfalsliga stórar sáðsekkir, tí teir strekkja til fleiri urptir. Tað merkir, at kvennlúsin kann hava sáð á goymslu soleiðis, at hon sjálv kann gita fleiri umfør av eggjastreingjum.
Eggini klekjast, og nýggj ættarlið av laksalús ferðast út í sjógvin og vóna at finna ein vert, og soleiðis heldur ringrásin fram.
Vaksnar kvennlýs – onnur við eggjastreingjum og hin uttan.
Tríggjar laksalýs. Til vinstru er ein vaksin kalllús, í miðjuni ein vaksin kvennlús og til høgru ein vaksin kvennlús við eggjastreingjum. Niðast á eggjastreingjunum síggjast lítlar lýs klekjast úr eggunum.
Sáðsekkirnir síggjast á undirsíðuni á kvennlúsini. Kalllúsin límar sekkirnar á kvennlúsina. Tað gulliga á myndini er límið. Sáðsekkirnir síggjast hanga niðast á líminum.