Kúlulaksur (Oncorhynchus gorbuscha) er minsti men talríkasti kyrrahavslaksurin í ættini Oncorhynchus. Nattúrliga útbreiðsluøkið hjá kúlulaksi er norðari partur av Kyrrahavinum, har hann gýtir á bæði vestur- og eystursíðuni.
Seinastu árini hava vit fingið fleiri fráboðanir um kúlulaks í Føroyum. Fyrstu ferð, at frætt var um, at fleiri kúlulaksar vóru fingnir, var í 2017. Eftir hetta heitti Firum á sílafiskarar um at boða sær frá, um slíkir vórðu fingnir. Í 2019 vórðu seks kúlulaksar fráboðaðir, í 2021 sjey, og í 2023 var talið fýra. Nógv teir flestu kúlulaksarnir eru fingnir í Skálafirði. Tó eru teir eisini fingnir í Kaldbaksbotni, Hvalvík og Trongisvági.
Kúlulaksurin er anadromur, t.v.s., at hann kann liva bæði í feskum vatni og á sjónum.
Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal. Ein kynsbúgvin kúlulaksur er áleið 40-55 cm til longdar og vigar í miðal 1,0-2,5 kg. Stutta tvey ára lívsringrásin hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, sum hevur verið at sæð um okkara leiðir síðani 2017. Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma og svartari tungu.
Longu fyrsta várið eftir kleking ferðast ynglið út á hav, og 13 til 15 mánaðir seinni kemur hann aftur niðan í áirnar at gýta. Gýtingarklárur kúlulaksur kemur sum oftast aftur til somu ánna, har hann varð klaktur. Tó verður mett, at títtleikin hjá honum at ferðast til aðrar áir er hægri enn hjá øðrum sløgum, har ið ynglið er longur í ánni, áðrenn tað fer á sjógv.
Aðrastaðni ferðast gýtingarklárur kúlulaksur vanliga til áirnar í tíðarskeiðnum frá juni til september. Eftir stuttan steðg í ánni byrjar gýtingin í august og heldur áfram út í oktober. Kúlulaksurin gýtir vanliga niðarliga í ánni og við munnan, men í einstøkum førum fer hann longur niðan. Rognafiskurin ger eina kullu, eitt reiður, niður í eyrin og gýtir 1200 til 1900 rogn. Siljafiskurin sprænir silið útyvir, og soleiðis verða rognini gitin. Rognini kunnu liggja meira enn 10 cm niðri í eyrinum. Tað er dýrt hjá kúlulaksi at nørast. Aftan á gýtingina doyggja bæði rogna- og siljafiskurin. Rognafiskurin kann tó verja gitnu rognini í upp til tríggjar vikur, áðrenn hann doyr.
Kúlulaksarognini klekjast vanliga niðri í eyrinum frá desember til februar. Ynglið er tá umleið 2 cm til longdar og hevur stóran reyða at liva av fyrstu tíðina. Í mars til mai, tá ið reyðin er uppi, kemur ynglið smoltifiserað, tolir sjógv, upp úr eyrinum, og er tað tá umleið 3 cm til longdar. Smoltið byrjar vanliga beinanvegin at ferðast oman eftir ánni, men tað er ymiskt, hvussu leingi tað steðgar í ósanum, áðrenn tað fer út á opið hav, stundum kann vera talan um mánaðir.
Hóast títtleikin av fingnum kúlulaksum í Føroyum er øktur seinastu árini, og fingni fiskurin allur hevur verið kynsbúgvin, hava vit enn ikki fingið staðfest, um tað er eydnast kúlulaksinum at nørast í Føroyum, tí enn er einki kúlulaksayngul fráboðað.
2025 er kúlulaksaár, og hava vit í ár høvi at fylgja við í, um kúlulaksur aftur ferðast kynsbúgvin niðan tær føroysku áirnar. Um so er, so er tað møguligt, at kúlulaksayngul verður at síggja á vári 2026.
Av tí at kúlulaksynglið longu er silvurlitt og sjóbúgvið, tá ið tað kemur upp úr eyrinum, er tað rættuliga eyðkent. Eygleiðingar av kúlulaksayngli høvdu verið sera áhugaverdar fráboðanir, ið endaliga kunnu staðfesta, um kúlulaksurin nørist í Føroyum.
Um tú fært kúlulaks, vaksnan ella yngul, skalt tú vera meira enn vælkomin at boða frá við at ringja 774703 ella skriva til kirstin@firum.fo.
Kúlulaksur fingin í Føroyum
Kjafturin á kúlulaksi er hvítur við svørtum góma og svartari tungu.
Mynd: Kirstin Eliasen
Kúlulaksayngli ið er fingið í norskari á. Niðara ynglið hevur støddina, tá ið tað júst er komið upp úr eyrinum, meðan ovara ynglið hevur støddina, tá ið tað hevur verið eina tíð í ánni og etið.
Mynd: Håvard Vistnes
Rogn, kúlulaksayngul og laksayngul er fingið á sama staði í Noregi. Myndin lýsir væl munin á útsjóndini á teimum báðum sløgunum.
Mynd: Rune Muladal, Naturtjenester i nord