Vika Sex: Alilaksur – nøringin er stýrd

Úti í náttúruni nørist laksur soleiðis, at rogna- og siljafiskurin kemur niðan í áirnar at gýta. Rognafiskurin formar eina kullu í botnin í ánni, har hann gýtir síni rogn. Siljafiskurin sprænir sil út yvir rognini, og soleiðis verða rognini gitin. Hetta fer fram um heystið. Um várið kemur ynglið út, og eitt nýtt ættarlið av laksi kemur undan.

Soleiðis er ikki við alilaksi. Laksur hevur í mong ár verið brúktur í alivinnuni, og seinastu 50 árini hevur miðvíst verið arbeitt við at ala fram laksar, sum eru mótstøðuførir móti sjúkum, hava góða flakagóðsku og trívast í aliringum. Hetta verður kallað fyri kynbótaarbeiði og verður gjørt í teimum londum, sum hava alivinnu – eisini í Føroyum. Í kynbótaarbeiðinum er avgerandi at kenna hvørja einstaka laksafamilju. Ein laksafamilja er avkom undan eini laksamammu og einum laksapápa, sum man kennir og veit, hvørji eru.

Rognini eru fyrsta menningarstigið hjá einum laksi. Alivinnan hevur brúk fyri rogni – nógvum rogni, tí tað til eina og hvørja tíð standa eini 20 milliónir laksar í føroysku firðunum. Tað eru teir bestu foreldrafiskarnir, altso laksamammurnar og laksapáparnir ella rognafiskarnir og siljafiskarnir, sum verða brúktir til rognaframleiðsluna.

Foreldrafiskarnir ganga á lívfiskastøðum, sum eru staðsettar á landi, alt lívið. Á lívfiskastøðini verða teir ansaðir á ein serligan hátt. Foreldrafiskar verða eisini kallaðir fyri lívfiskar, og verða teir foreldur til laksar, sum eru á smoltstøðunum og í aliringum á sjónum.

Sjálv nøringin hjá alilaksi er stýrd. Útvaldir fiskar verða paraðir, og rogn verða framleidd undan hesum. Ein rognafiskur kann geva eini 8.000 rogn, og ein siljafiskur kann gita rogn undan eini 20 rognafiskum.

Nøringin verður skipað soleiðis, at fyrst verða rognafiskarnir doyvdir, áðrenn rognini verða strokin úr teimum. Rognini verða goymd í íløtum. Tá rognafiskurin er strokin og avlívaður, verða sýni tikin av gøgnunum, sum verða kannað fyri ymiskar sjúkur. Tað er bara sjúkufríður laksur, sum verður brúktur sum foreldrafiskur.

Síðani verða siljafiskarnir doyvdir, og silið verður strokið úr teimum. Siljafiskarnir verður síðani koyrdir í eitt kar til viðrakningar. Siljafiskar kunnu strúkast nakrar ferðir. Silið frá hvørjum einstøkum siljafiski verður væl merkt. Tá ið liðugt er at strúka ein siljafisk, verður hann avlívaður, og sýni verða tikin av gøgnum, sum verða kannað fyri ymiskar sjúkur.  

Eftir strúking av foreldrafiskum verða rogn og sil varliga blandað saman. Her fer sjálv gitingin fram. Rognini verða sóttreinsað og flutt í rognasylindarar. Gjøgnum sylindararnar rennur reint og frískt vatn, og rognini fáa frið at mennast.

Menningargongdin hjá alilaksi er soleiðis, at eftir giting av rognunum mennist ein lítil laksur inni í rogninum. Tað, sum sæst, er ein lítil prikkur í miðjuni í rogninum. Tað er eygað hjá lítla laksinum. Hetta kallast eitt eygarogn og er eitt greitt tekin um, at lív er í rogninum.

Áðrenn laksurin kemur úr rogninum, verða rognini løgd í klekibakkar. Í bakkunum klekist laksurin. Fyrstu tíðina livir hann í botninum í bakkunum. Føðina hevur hann við sær úr rogninum. Tað er ein blommusekkur, sum inniheldur alla ta føði, sum laksurin hevur brúk fyri fyrstu tíðina. Tá blommusekkurin er uppi, og laksurin byrjar at svimja, verður hann fluttur í størri kør, har hann skal læra at eta fóður. Hetta verður kallað at startfóðra, og lívið sum alilaksur byrjar.

Eftir hetta er ein long ferð við væl mentum gongdum fram ímóti, at ynglið skal gerast til smolt og sleppa í ein aliring á sjónum. Tað ganga eini 3 ár frá tí, at lívfiskurin er strokin, til alilaksurin verður tikin.

Rogn verða strokin úr rognafiskinum

Sil verða strokin úr siljafiskinum

Ílat við rogn og sil, her fer sjálv gitingin fram