Verkstova: Taraaling á føroysku firðunum

Mikudagin 15. mars verður skipað fyri verkstovuni Taraaling á føroysku firðunum – tørvurin á umhvørvismeting og eftiransing í SALT á Drelnesi. 

Verkstovan verður hildin á norðurlendskum máli, og er liður í verkætlanini “A Sustainable and Resilient Macroalgal cultivation industry in the Nordic and Arctic region (ASuReMacro)”, ið er fíggjað av Nordisk Ministerråd.

Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding við at venda sær til birgitta@fiskaaling.fo í seinasta lagi 12. mars.
Um ein ynskir ábit á degnum, er av praktiskum áðum neyðugt at bíleggja hetta í samband við tilmeldingina, kostnaðurin er 200,-

 

Skráin:

11:15

Vælkomin

11:20

Fyrisiting av taraaling – hvat verður gjørt og hvat manglar?

11:40

Vistfrøðiliga fatanin av føroysku firðunum

12:00

Matarsteðgur

13:00

Umhvørvisárin

14:20

Kaffisteðgur

14:35

Royndir frá vinnuni við denti á umhvørvisatlit

15:05

Pallborðskjak og spurningar frá luttakarunum

15:35

Verkstovan endar