hósdagur, 21. februar 2013
Fyrsta Alitíðindi í 2013 er júst útkomið í sambandi við Aliráðstevnuna.
Durita Dahl Djurhus, Ph.D. lesandi á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað grein um leitanina eftir nýggjum evnum í fiskaslípu, ið hava ymiskar eginleikar av áhuga fyri vinnuna.
Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling, greiðir frá um vakstrarkurvar og hitabroytingar og Agnes Mols Mortensen, Ph.D. lesandi, greiðir frá eini roynd við taraaling á sjódeplinum í Nesvík.
Eisini er ein serútgáva av Alitíðindi, við grein hjá Knud Simonsen um aldu- og streymviðuskifti á føroysku alifirðunum, givin út. Í greinini eru frálík kort úr nýggjum alduatlasi. Hetta arbeiði hevur Bárður Niclasen á Fróðskaparsetrinum staðið fyri vegna Fiskaaling.
Báðar útgávurnar kunnu heintast her