týsdagur, 22. november 2016
Fiskaaling hevur í fleiri ár verið arbeitt við at ala føroysk rognkelsi. Eitt ættarlið av rognkelsum bleiv framleitt á Sjóðdeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, og sett út í aliringar í 2015.
Síðani hevur verið arbeitt við at menna ein føroyskan lívfiskastovn av rognkelsum, og í dag eru trý ættarlið av rognkelsum á støðini í Nesvík.
Í 2015 var fyrstu ferð, at yngul kom undan rognum frá einum rognafiski á støðini í Nesvík. Tá vórðu tveir rognafiskar stroknir. og nøkur heilt fá yngul komu undan. Í ár eru fleiri yngul komin undan rognafiskunum úr Nesvík, og enn fleiri væntast næsta ár.
Helvtin av arvamassanum hjá triðja ættarliði av rognkelsisyngulinum er undan føroyskum aldum rognkelsum. Hin helvtin er undan villum rognkelsum.
Orsøkin til, at alirognkelsir og vill rognkelsir verða parað, er fyri at sleppa undan innannøring, og at fáa bestu arvaeginleikarnar inn í lívfiskastovnin frá rognkelsum, sum trívast í aliringum.