Tróndur T. Johannesen er settur sum deildarleiðari fyri tøknideildina á P/F Fiskaaling. Hann tekur við starvinum beinan vegin.
Virksemið á P/F Fiskaaling hevur ment seg nógv seinnu árini. Deildin fyri tøkni og umhvørvi gjøgnum árini hevur í serligan mun fevnt um fleiri arbeiðsøki, frá aldu- og streymviðurskifti og til liviumstøður hjá alifiski á sjónum.
Gunnvør á Norði hevur verið deildarleiðari fyri hesi deildini, sum nú verður býtt í tvey. Gunnvør heldur fram sum deildarleiðari, meðan Tróndur tekur við sum deildarleiðari fyri partinum, sum fæst við alisfrøðiligu viðurskiftini á firðum, sundum og opnum økjum.
Á nýggju deildini eru 6 starvsfólk, sum granska viðurskifti á sjónum. “Vit arbeiða nógv við at granska aldu- og streymviðurskifti, sum kunnu ávirka alivirksemið í Føroyum, men eisini aðrar verkætlanir eru á skránni, bæði her á deildini og í samstarvi við aðrar deildir,” sigur Tróndur í einari viðmerking.
Tróndur T. Johannesen er útbúgvin Cand.Scient. í støddfrøði frá Aalborg Universitet. Tróndur hevur serliga royndir frá arbeiði við greining og viðgerð av dátum og modelleringar.
Tróndur T. Johannesen