Tryggja tær pláss á stóru lúsaráðstevnuni Sea Lice

Tíðarskeiðið 9-12 mai 2022 verður stór vísindalig ráðstevna um lús í Norðurlandahúsinum. Talan er um altjóða lúsaráðstevnuna við heitinum Sea Lice Conference International 2022 og er hetta trettanda ferðin at ráðstevnan verður hildin. Seinasta Sea Lice ráðstevnan var í Kili í 2018.

A ráðstevnuni hittast heimsins fremstu granskarar um leggja fram og umrøða nýggjastu granskingina innan lús og tað verða fleiri enn 60 ymiskir fyrilestrar á ráðstevnuni.

- Luttakarar, ið hava meldað seg til ráðstevnuna, koma úr øllum heiminum, og vit vænta eisini fleiri luttakarar úr Føroyum, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Meiri fæst at vita um ráðstevnuna við at fara inn á heimasíðuna hjá ráðstevnuni www.sealiceconference.net

Trýst her fyri beinleiðis at melda teg til.