Síðani 2019 hevur Fiskaaling arbeitt við Sjósílaverkætlanini, sum hevur til endamáls at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Sum liður í verkætlanini hava starvsfólk frá Fiskaaling verið í ánni í Norðragøtu í dag og í gjár og merkt síl. Í gjár vóru eisini Jón í Haraldsstovu og Óli Petersen frá Sílaveiðufelagnum við í arbeiðinum. Við sær høvdu teir eitt elektrofiskingartól, ið er ogn hjá Sílaveðufelagnum og sum teir lærdu starvsfólkini á Fiskaaling at nýta. Tólið verður nýtt til at fáa fatur á sílunum.
Tá sílini eru tikin upp við glúpi, verða tey doyvd og síðani vigaði og mátaði. Eisini verða nakrar roðslur frá hvørjum síli koyrdar í serligar brævbjálvar, ið eru framleiddir til Sjósílaverkætlanina. Roðsluroyndirnar verða goymdar til nærri gransking seinni. Áðrenn sílini verða slept aftur, verða tey merkt við PIT (passive integrated transponder) merkjum. Hetta merkir, at tá merkt síl svimja framvið tveimum antennuskipanum, sum verða uppsettar nærhendis munnanum, skrásetir skipanin, hvat síl talan er um, og hvar tað er ávegis.
Síðani Sjósílaverkætlanin byrjaði í 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at taka lut í verkætlanini við at senda brævbjálva við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling. Teir innkomnu brævbjálvarnir eru við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur. Lutakastið er í desember og drigið verður millum allar innkomnar brævbjálvar. Verkætlanin er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.
Kirstin Eliasen, leiðari á Fiskaheilsudeildini á Fiskaaling, er verkætlanarleiðari á Sjósílaverkætlanini.
Sílamerkingar í góðveðri
Jón í Haraldsstovu og Óli Petersen frá Sílaveiðufelagnum
Kirstin Eliasen, leiðari á Fiskaheilsudeildini á Fiskaaling, er verkætlanarleiðari á Sjósílaverkætlanini
Fyrsta síl er komið í glúpin
Longd á síli verður skrásett
Ása Johannesen skásetur longd, vekt og nummar á sílum
Unn V. Johannesen tekur roðslu av síli
Jákup Jacobsen heldur í elektrofiskingartólinum og Teitur í Stórustovu stendur til reiðar við glúpinum
Jógvan F. Hansen tók sær av tekniska arbeiðnum
Sílaroðslur verða koyrdar í serligar brævbjálvar, ið eru framleiddir til Sjósílaverkætlanina