Havið, sum hevur brúsað allan veturin, slætnar nakað, nú veðrið gerst betri, vindurin slakar og tað regnar minni. Dagarnir gerast longri og sólstrálurnar er vorðnar sterkari. Hetta eru góð gróðrarlíkindi fyri plantuæti, sum er fyrsta lið í føðiketuni, og avgerandi fyri fisk og fugl.
Í góðveðrinum 30. mai vóru vit úti við Andriasi Reinert og gjørdu mátingar á Kaldaksfirði og Tangafirði. Hesin túrur var nr. 52 í eini tíðarrøð, sum byrjaði í 2021. Við at hava gjørt hesar royndir leingi og regluliga ber til hjá okkum at fáa so góðar ábendingar, sum til ber, um gróðurin.
Viðurskiftini eru ikki líka inni á Kaldbaksfirði sum í Tangafirði. Tí gera vit kanningar á 8-10 ymiskum støðum á rað innan av Kaldbaksfirði og út ímillum Stong og Eystnes. Tá síggja vit, hvussu broytingarnar eru innan av firðinum og út á streymasjógv.
Eitt av tólunum, vit brúka, er ein CTD, sum vit lora frá vatnskorpuni og niður á botn. Á ferðini niður ígjøgnum vatnsúluna mátar hon salt, hita, trýst, ilt, flúrglógvan (fluorescens) og ljós. Umframt hetta hevur CTD'in fløskur og kann taka sjógvsýni á ávísum dýpum og kanna tey fyri td. plantuæti, tøðsølt og eDNA.
Les eisini um aðrar verkætlanir, sum eru heilt ella lútvíst partur av hesi verkætlan: