Stórur áhugi fyri reinsifiski
Ráðstevna um reinsifisk varð fyrr í vikuni hildin í Noreg. Umleið 190 fólk luttóku á stevnuni. Teirra millum eisini nakrir føroyingar.
Áhugin fyri at basa laksalús biologiskt er rættiliga stórur, sigur Andrass Strøm, fiskadjóralækni, sum var ein av føroyingunum, ið luttók á ráðstevnu um reinsifisk, ið varð hildin í Noreg fyrr í vikuni.
Føroyski áhugin snúði seg mest um rognkelsi sum reinsifisk. Men tosað varð eisini nógv um onnur fiskasløg, sum eitt nú Leppefisk, ið norðmenn eisini nýta í sínum royndum at sleppa undan at basa lúsini við kemiskum evnum.
Andrass Strøm sigur, at tað kom fram á ráðstevnuni, at norðmenn eru ikki komnir so nógv longri við síni grasking, enn føroyingar eru. Trupulleikarnir tykjast vera teir somu. Eitt nú, at fáa størri nøgdir undan av tí, sum klakt verður, og sett út í ringarnar.
-Eg meti avgjørt, at tann allarstørsta avbjóðingin hjá okkum føroyingum verður at halda nótirnar reinar, sigur Andrass Strøm.
Hann vísir við hesum á, at er nótin, sum rognkelsið verður sett í saman við laksi, ikki gullrein, legst rognkelsið at eta burtur av vøkstrinum á nótini, og leggur einki í laksalúsina.
mikudagur, 5. mars 2014