Stuðul til verkætlan
Stuðul frá Bakkafrost og Granskingarráðnum
Gunnvør á Norði og Øystein Patursson hava fingið játtan á kr. 500.000 frá Bakkafrost og kr. 749.748 kr frá Granskingarráðnum til verkætlanina ”Resuspension of sediments impacted by fish farm wastes”
Í hesi verkætlanini verður kannað hvussu djór og bakteriur í botninum undir alibrúkum reinsa botnin, og hvønn týdning streymur hevur fyr at reinsa botnin. Umframt at kannað miðallrákið verða neyvar mátingar gjørdar av streymviðurskiftinum við tvey alibrúk. Hetta fyri at kanna hvørji fyribrigdi (t.d.havalda, sjóvarfall, vindur) hava mest at siga fyri at rensa botnin.