Svein-Ole Mikalsen á NVD hevur fingið játtan á kr. 664.800 frá Granksingarráðnum til verkætlanina "Heavy parallel sequencing of PCR amplicons". Í hesi verkætlanini verða hemoglobinilegurnar hjá toski av landgrunninum og Føroyabanka kannaðar. Fiskurin er aldur á Sjódeplinum hjá Fiskaaling. Tað nýskapandi í verkætlanini er arbeiðshátturin. Hesin háttur, at sekvensera nógvar ílegur í senn og soleiðis minka um kostnað og arbeiðstíð per ílegu, er ikki royndur í Føroyum áður. Petra E. Petersen, Ph.D. lesandi á Fiskaaling, var ein av luttakarunum í verkætlanini.