Nógv virksemi hevur verið við Áir við at strúka laks seinastu 8 vikurnar. Arbeiðið hevur gingið væl, sigur Astrid Hansen, leiðari á rogna- og yngulframleiðsluni. Byrjað varð at strúka hin 28. sept. í ár. Stroknir vórðu 530 laksar, sum góvu 800 litrar av rognum. Fyrstu rognini frá hesari strúkingini eru latin alifyritøkum. Seinna strúkingin byrjaði hin 3. nov. og endar væntandi í viku 48. Samlaða framleiðslan av rognum fyri árgangin 2010/11 verður væntandi 1900 litrar ella o.u.11,5 mió. rogn.