mánadagur, 3. oktober 2016
Á støðini hjá Fiskaaling norðuri við Áir hava tey í dag strokið fisk, sum hevur gingið á lívfiskastøðini í Skopun seinastu árini.
Talan er um fisk av norskum uppruna. Fiskurin sær væl út, er stórur og góður, og nú, hann verður strokin, liggur meðalvektin um knøpp tíggju kg.
Rognini, sum koma undan, verða seld føroyskum alifyritøkum.
Tað krevur neyva tilrættalegging, áðrenn farið verður at strúka, og nógvar skrásetingar skulu gerast.
Hvør fiskur hevur egið identifikationsnummar, soleiðis at rognini kunnu sporast aftur til tann einstaka fiskin.
Hvør einstakur fiskur verður vigaður áðrenn strúking. Eisini verður nøgdin og støddin av rognum undan hvørjum fiski máld.
Sýn verður tikið av táknum, hjarta, nýra og milti av hvørjum fiski, soleiðis at heilsustøðan hjá fiskinum til einahvørja tíð kann staðfestast.
Rognini verða strokin í posar, sum súrevni síðan verður latið í, áðrenn rognini verða blandað við sili og gitin.
Niðan fyri síggjast myndir frá strúkingini.