fríggjadagur, 4. september 2015
Herfyri var greinin ”Three-dimensional deformation of a large circular flexible sea cage in high currents: Field experiment and modeling” givin út í vísindatíðarritinum Ocean Engineering. Í greinini verður greitt frá streymmátingum, sum eru gjørdar við, millum og inni í aliringunum á Gulanum, samstundist sum mátingar eru gjørdar av, hvussu rákið broytir skapið av alibúrinum. Tað eru Øystein Patursson og Heini Winthereig Rasmussen, sum saman við starvsfeløgum á granskingarstovninum Sintef í Trondheim, hava skrivað greinina.
Mátingarnar vísa m.a., at rákið inni í ringunum er gott 20% slakari enn uttananfyri, og at rúmið í ringunum minkar við 30%, tá sjóvarfalsrákið er um 1.2 knob (0.6 m/s). Hetta er fyrstu ferð, slíkar mátingar eru gjørdar í einum alibrúki í fullari stødd. Líknandi mátingar, ið eru framdar higartil, eru antin gjørdar við niðurskaleraðum ringum í royndarbrunnum, ella við smáum ringum í áum, ella á støðum, har streymviðurskiftini eru munandi veikari og minni fløkjaslig, enn tey eru á Gulanum. Hesar mátingar eru avgerandi í menningini av teldumyndlum til at sniðgeva aliútgerð til avbjóðandi umhvørvi.
Í greinini verður eisini ein teldumyndil, ið simulerar, hvussu ein nót verður ávirkað av ráki, lýstur. Nýggju mátiúrslitini eru brúkt í hesum arbeiðinum. Samanberingar eru gjørdar millum mátingarnar og úrslitið frá teldusimuleringunum, sum yvirhøvur samsvara rættiliga væl. Tískil er enn eitt frambrot gjørt í at fáa meira álítandi teldumyndlar til at brúka, tá aliútgerð til ávís økir skulu sniðgevast.
Greinin kann heintast frá http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S0029801815001262