Streymmátarar settir út í Sundalagnum
Útsetingin er ein liður í verkætlanini Aldu-og Streymviðurskiftini á føroysku alifirðunum,
vanliga stytt ASAF-verkætlanin, har endamálið er at gera eitt neyvt aldu- og
streymatlas fyri allar alifirðirnar.
Mátararnir eru settir út parvís, annar undir Streymoyarlandinum og hin undir Eysturoyarlandinum. Fyrsta parið er í Tangafirði, har annar
mátarin liggur undir Síðu, og hin norðan fyri alibrúkið við Kolbanagjógv.
Teir næstu tveir mátararnir eru settir út sunnan fyri alibrúkið við Selatrað, og sunnan fyri
Stilli á Streymoynni.
Teir norðastu mátararnir eru norðanfyri alibrúki við Veðranes. Neyvu positiónirnar standa í
talvuni niðanfyri.
Á hesum somu støðunum verða eisini sonevndar
hydrografiskum mátingar regluliga gjørdar í summar. Í hesum kanningunum verður eitt tól, nevnd
ein CTD, lorað av báti og niður á botn, samstundist sum tað mátar hita, salt,
og eitt mát fyri gróður. Í næstum verður CTD-in útbygd til eisini at máta
oxygen. Tað er Havstovan, sum eigur
hetta tólið.
Mátaranir standa á hesum støðunum:
Nr Positión Stað
Norður Vestur
Gr. Min. Gr. min.
A 62 6,252 6 50,180 Undir
Síðu
B 62 7,050 6 48,973 Norðan
fyri Kolbanargjógv
C 62 8,133 6 52,525 Sunnan
fyri Stilli
D 62 8,345 6 51,460 Sunnan
fyri Selatrað
E 62 10,304 6 56,854 Norðan
fyri Veðranes eystaru megin
F 62 10,072 6 57,321 Norðan fyri Veðranes vestaru
megin
mánadagur, 8. juli 2013