Streym- og aldumátara lagdir út á Oyndarfirði og á Lambavík
Streym- og aldumátara eru lagdir út á Oyndarfirði og á Lambavík
Í vikuni hevur Fiskaaling saman við alifeløgunum á hesum firðunum sett mátara út á Lambavík og á Oyndarfirði. Tveir mátara eru á hvørjum fjørðinum, sum allar máta rák, umframt at annar av mátarunum á báðum firðunum eisini mátar alduhæddina. Eftir ætlan verða mátaranir tiknir uppaftur beint aftaná Ólavssøku.
Hesar mátingarnar eru liður í verkætlanini Aldu- og Streymviðurskiftir á føroysku alifirðunum, vanliga stytt ASAF verkætlanin, har endamálið er at gera eitt aldu- og streymatlas fyri allar alifirðirnar.
Mátaranir liggja inni á aliøkjunum á nevndu firðum, tó nakað frá har sum aliringarnir liggja, og eru merktir við boyu og stongboyu. Niðri á botninum liggur ein umleið 100m long lína frá boyunum og inni eftir firðunum til sjálvan mátaran. Heitt verður á bátar og skip, sum sigla á hesum leiðunum, um at vísa varsemi.
mánadagur, 26. mai 2014