leygardagur, 15. oktober 2011
Vinnugranskari til Fiskaaling
Søkt verður eftir vinnugranskara til eitt av granskaratoymum okkara.
Í toyminum "Framleiðslumenning" verður arbeitt við ymsum verkætlanum, í tøttum samstarvi við føroyskar alarar, djóralæknar, fóðurframleiðara og føroyskar og útlendskar granskingarstovnar.
Í løtuni verður m.a. arbeitt við at fáa betur innlit í avbjóðingarnar í alivinnuni, ið standast av laksa- og seiðalús.
Í hesum sambandi verður søkt eftir granskara at taka lut í hesum arbeiði, eins og øðrum verkætlanum.
Arbeiðsstaður verður við Áir og Nesvík.
Løn er eftir galdandi sáttmálum.
Møguleiki er fyri framhaldandi útbúgving.
Sí annars www.fiskaaling.fo.
Førleikar
• tú hevur viðkomandi útbúgving,
universitetsútbúgving í lívfrøði ella líknandi
• tú hevur góð samstarvsevni
• tú ert nýhugsin og ágrýtin
• tú dugur at samskifta á enskum
Nærri upplýsingar
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Øystein Patursson á tel. 214787, ella Kristian Petersen, stjóra, á tel. 214747.
Umsókn við avritum og møguligum ummælum, skal sendast til:
P/F Fiskaaling,
við Áir,
FO-430 Hvalvík.
ella til:
fiskaaling@fiskaaling.fo
Freist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. november 2011.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Sí lýsing her