Hesar dagar hevur Fiskaaling vitjan av GRÓ-FTP (Fisheries Training Programme). Útbúgvingin er í Íslandi við luttakarum úr menningarlondum kring heimin. Ein partur av skeiðnum er alivinna. Hesaferð hava fýra luttakarar valt alivinnu sum sergrein.
Tey eru úr Jamaika, Kosta Rika, Nikaragua og Kenja.
Í dag hava skeiðsluttakarar og umboð frá Fiskaaling vitjað Bakkafrost og Havsbrún. Ein áhugaverdur og læruríkur dagur.
Seinni í vikuni eru vitjanir til MOWI, Hiddenfjord, Ocean Rainforrest, Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Løgmálaráðið á skrá.
Meira kunning um GRÓ-FTP: https://www.grocentre.is/ftp
Meira kunning um GRÓ-FTP: https://www.grocentre.is/ftp