Spennandi ætlanir í Nesvík
Støðin, sum í síni tíð varð bygd til kalvaroyndir, og seinni eisini varð nýtt í samband við toskaaling, verður nú umbygd, so hon kann gerast til eina altjóða royndarstøð. Eftir ætlan skal nýtt royndarvirksemið í byrja longu í heyst.
Fiskaaling fer sjálvsagt eisini at gera sínar royndir á deplinum, men við í allari verkætlanini er, at møguleiki eisini
skal vera hjá fremmandum at leiga seg inn í hølini. Tað er longu áhugi millum
føroyskar fyritøkur at sleppa at nýta hølini, tá liðugt er, og eisini onkur útlendsk fyritøka hevur havt onkran følara úti, sigur Kristian Petersen, stjóri á Fiskaaling.
Regin Arge, leiðar fyri framleiðslumenningini hjá Fiskaaling, sigur, at frá at vera ein støð við fastari útgerð, sum bert varð nýtt til eina verkætlan í senn, verður nú bygt soleiðis, at tá ein verkætlan er liðug, verður umhvørvið "pakkað niður”, og nýtt sett upp aftur til ta næstu verkætlanina, sum skal inn.
Tað hevur sjálvandi kravt góðkenning fáa avarðandi myndugleikum, tí økið er viðbrekið við aling bæði fyri sunnan og norðan. Hetta er nú veruleiki og verður bæði inn- og útgangandi vatn nú sóttreinað. Ein partur av samlaðu ætlanini er eisini at betra enn meir um vatngóðskuna, at broyta inntøkumøguleikarnar, hitastýring av tí sjógvi, sum tikin verður inn, umframt
resirkulering.
mikudagur, 3. juli 2013