Vísindaráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hotel Hilton Garden Inn 20. oktober 2023. Tað er Fiskaaling, sum skipar fyri tiltakinum, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram nýggjastu gransking, sum hevur týdning fyri alivinnuna.
Ráðstevnan verður í høvuðsheitum skipað við framløgum. Granskarar frá Fiskaaling, Havstovuni, Sjókovanum, Fróðskaparsetri Føroya, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Nofima (NO), Havforskningsinstituttet (NO) og SYKE (FI) fara at leggja fram nýggja vitan og granskingarúrslit um aling og viðurskifti, ið hava við aling at gera. Eisini fáa áhoyrarar møguleika at seta spurningar eftir hvørja framløgu.
Skráin er skipað við trimum blokkum. Blokkarnir eru:
- Lús og fiskavælferð: Lúsin hevur víst seg at vera ein stór avbjóðing í alivinnuni, og í royndini at sleppa av við lúsina stinga nýggir trupulleikar seg ofta upp. Vit tosa millum annað um, hvussu ymisk lúsatiltøk ávirka fiskavælferðina, um avlúsing og felli og um rognkelsisvælferð.
- Veðurlagsbroytingar: Veðurlagsbroytingarkunnu ávirka mest sum øll lið í virðisketuni. Vit tosa um hitan kring oyggjarnar, fiskastovnar sum fóðurgrundarlag og eftiransing í fjarðavistskipanum.
- Aling, búskapur - og samfelagsviðurskifti: Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin og stóra ávirkan á samfelagsviðurskiftini. Vit tosa um hvat lúsin kostar, um hvussu vit tillaga okkum veðurlagsbroytingar, um týdningin av opnum dátum og um hvønn búskaparligan týdning alivinnan hevur í Føroyum.
Luttøkugjaldið er 1.950 kr. fyri hvønn luttakara og lesandi luttaka ókeypis. Íroknað er lættur morgunmatur, døgurði á middegi, ymiskt leskiligt, meðan ráðstevnan fer fram og ein hugnaløta við løttum ábiti og drekka tá ráðstevnan er av.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til tilmelding@fiskaaling.fo. Freistin er mánadagin 16. oktober.