Seinastu tvær vikurnar hevur Francois Naudé, sum lesur støddfrøði á Stellenbosch University í Suðurafrika, verið á Fiskaaling sum skiftisnæmingur. Her hevur hann gjørt partikulmodeleringar í sambandi við sína masterverkætlan. Endamálið við modeleringunum er at kanna, hvussu skarn frá alilaksi søkkur. Hetta er umráðandi vitan, sum granskarar á Fiskaaling eisini kunnu fáa gagn av og arbeiða víðari við. Eitt nú í sambandi við arbeiði at kanna, hvussu alivirksemi ávirkar føroysku firðirnar.
Um uppihaldið sum skiftisnæmingur í Føroyum, greiðir Francois frá, at arbeiðið bæði var avbjóðandi og læruríkt. Ofta varð tørvur á at tillaga og menna tilfar umframt at verða nýhugsandi, fyri at fáa royndir at rigga. Innihaldið í sýnisroyndum er viðbrekið, og tí kann tað mangan vera trupult at fáast við. Við sær úr Stellenbosch University hevði Francois útgerð, ið varð brúkt til royndirnar.
At royna seg úti á firðum og gera kanningararbeiðið, dámdi honum sera væl. Harafturat fall tað honum lætt at samskifta við granskarar og alarar. At hann ikki smæddist burtur, kom serliga til sjóndar, tá hann fekk bjóðað at luttaka í snarrøðukappingini á Vísindavøkuni 2023. Hann var skjótur at taka av avbjóðingini. Eins og tríggir aðrir granskarar, fekk hann 150 sekund, til at greiða frá síni verkætlan við støði í sínum postara. Hann sá hetta sum ein møguleika fyri menning, eins og eitt frálíkt høvi at kunna um sína verkætlan.
Uppihaldið í Føroyum er liður í ES Horizon 2020 verkætlanini AquaVitae, sum Fiskaaling er partur av. Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, sum er við í verkætlanarbólkinum, er eisini vegleiðari á masterverkætlanini hjá Francois.