FRAMLØGA: Ein av framløgunum undir ársins Vísindavøku hjá Granskingarráðnum fer at snúgva seg um áhugaverdu sjóvarfalsappina til snildtelefon, sum Fiskaaling hevur tikið stig til at menna. Talan er um eina framløgu, sum verður hildin á bæði Studentaskúlanum í Hoydølum, í Dugna við Áir og í Skúlanum við Løkin í Runavík. Áhugin fyri sjóvarfalsappini, sum Fiskaaling hevur ment í samstarvi við aðrar, er stórur. So mikið stórur, at Granskingarráðið hevur biðið Fiskaaling halda tríggjar framløgur í sambandi við "Vísindavøkan á ferð 2017”. Framløgurnar verða ávikavist hildnar á Studentaskúlanum í Hoydølum, í Dugna við Áir, og í Skúlanum við Løkin í Runavík. Við nýggju appini, sum hevur fingið heitið "Rák”, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn áður. Umframt í sambandi við sigling, útróður og fiskiskap sum heild, er appin eisini hent hjá teimum, ið hava stuttleikabátar. Somuleiðis kann hon nýtast til undirvísing av ymiskum slagi, ið hevur við sjógvin at gera. Tá appin er fingin inn á snildfonina, er ikki neyðugt at hava internetsamband fyri at brúka hana. Og tá appin verður latin upp, vísir hon eina mynd av Føroyum, sum yvirskipað vísir, hvussu rákið er júst nú. Nýggj mynd av rákinum verður síðani roknað fyri hvønn 15. minutt. Appin er ógvuliga brúkaravinarlig, og til ber at gera kortið størri og flyta tað runt við at nýta fingarnar á sama hátt, sum tá ein hyggur eftir myndum á telefonini. Pílarnir vísa rætningin á rákinum, og fýra litir vísa ymsu streymferðina. Blátt stendur fyri kyrrindum, grønt fyri einum metri um sekundið, gult fyri tveimum og reytt fyri trimum metrum um sekundið og oman fyri tað. Hetta svarar til ávikavist tvær, fýra og seks sjómíl. Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur veitt grunddáta, fyritøkan Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi, sniðgevi og forritari, meðan Statoil hevur veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina. Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á heimasíðuni: www.rak.fo, har eisini ein vegleiðing er tøk. "Tilfeingi” er felags tema fyri sjálva Vísindavøkuna, sum verður hildin fríggjadagin 29. september, har Fiskaaling fer at hava ein bás, sum millum annað fer at lýsa partar av virkseminum hjá Fiskaaling í filmsbitum. Aftur í ár fer Vísindavøkan at vera hildin í Perluni, Reinsarínum, Ostahúsinum og á Perlutorginum, sum liggja í Tórsgøtu í Havn. Framløgurnar hjá Fiskaaling í sambandi við "Vísindavøka á ferð 2017”, sum Bogi Magnussen fer at halda, verða hildnar hesar dagar, klokkutíðir og støð: 19. september kl. 15.20 Studentaskúlin í Hoydølum 21. september kl. 19.00 Sunda kommuna, Dugni við Áir 27. september kl. 19.30 Bókasavnið við Løkin, Runavík